Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit skulu velja allar Føroyar, Heðin!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.12.2022 - 16:37 Leiðarin Politikkur

Javnaðarflokkurin, sum annars hevur breggjað sær av at vilja dupultmandatum til lívs, hevur kortini valt at stilla borgarstjóran í Tórshavnar Kommunu upp til løgtingsvalið eisini. Við lesarabrævinum og valgreinini “Vel Havnina” ynskir borgarstjórin, at Havnin fær dyggan stuðul á tingi og at landið eigur at satsa uppá tað lokalpolitiska økið, hann sjálvur er borgarstjóri í.  

Føroyar hava annars sum land ein stóran trupulleika av, at almennu Føroyar leggja størstapartin av almennu arbeiðsplássinum í Havn. Vit hava eina øgiliga bústaðarneyð við fleiri túsund fólkum á bíðilista, har tey allarflestu bíða eftir bústaði í Havn. Sum býur hevur Tórshavn als ikki pláss fyri fólkunum, ið búgva har nú – eitt løtubært dømi er, at foreldur hava sera torført við at finna nakað dagstovnapláss í Havn – og við at blíva við at stovna fleiri størv í Havn økist trýstið bara.

Tað hevur serliga givið at bíta í kostnaðinum fyri at seta búgv. Fólk mugu av við kanska 4 milliónir fyri at fáa eini hús í Havn, og velja tey at leiga, mugu tey vanliga upp á tey fimm sifrini í húsaleigu um mánaðin. Tað ger, at einans tey fíggjarliga vælbjargaðu fáa ein bústað har, og tað er ein gongd, ein flokkur sum Javnaðarflokkurin eigur at hava sum hjartamál at steðga. Í øllum førum má hann ikki oysa bensin á bálið við at leggja uppaftur meira alment virksemi í Havn og harvið trýsta prísirnar enn longur upp.

Heldur eiga vit at satsa upp økini kring landið. Javna vit íløgurnar á løgtingsfíggjarlógini út, og leggja fleiri almenn arbeiðspláss kring landið, gerst tað meira liviligt í Føroyum – eisini í Havn, við tað at trýstið har fer at minka. Tá eftirspurningurin í Havn minkar, minka bæði prísirnir og bústaðarneyðin eisini.

Tað hevði ikki verið góður politikkur fyri borgarstjóran, ið nú vil á Løgting fyri at føra kommunalpolitikk, men tað hevði avgjørt verið góður javnaðarpolitikkur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Durita Samuelsen og Anne Mar…
Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkra­hús
Frá Melodi Grand Prix til Basel: Sissal…
Hallur Hansson hevur gjørt nýggjan sáttm…
476 uppskot til maskott
Eykaaðalfundur hjá MEGD
Lurtið eftir fólkinum ið her býr!
Nógv góð ross at síggja í aðru Safari ut…
GG. Vit sóknast eftir lutum til eina fra…
Skotnir á áarbakka­num og blakaðir í Dona…
Team Klaksvík hevur fingið nýggja nevnd
6. B vitjaði Norðlýsið
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv