
Veðrið um vikuskiftið
Eitt køli rák er av landnyrðingi í dag. Luftin kemur til okkara allan vegin úr Norðurrusslandi. Har er kalt, sera kalt, eini 20 stig undir frostmarkinum, men ávegis til Føroya ornar hon og er nøkur stig oman fyri frostmarkið, tá ið hon er her.
Veðrið hjá okkum hevur higartil í dag verið soleiðis, at vindferðin hevur verið 8 til 13 m/s, ættin landnyrðingur, loftið hevur verið skiftandi ímillum skýggjað og smáskýggjað við sólglottum, og so hava ælingar eisini verið.
Hitalagið liggur um 4-5 stig, og tí hava ælingarnir fyri tað mesta verið við regni, tó at okkurt kavaælið hevur verið. Men tað sindrið av kava, sum er komið niður, er skjótt vekk.
Restina av degnum í dag fer vindferðin at vera um 8 til 13 m/s av landnyrðingi, líkasum tað hevur verið í morgun og út á seinnapartin.
Vit fara at hava skiftandi skýloft – t.e. skýggjað og smáskýggjað við sólglottum – og so fara æl eisini at koma og fara. Soleiðis sum hitalagið hevur verið í dag, so fara ælingarnir fyri tað mesta at vera við regn ella vátakava. Hitin liggur um 2 til 5 stig.
Morgindagurin verður júst tann sami til veður, sum dagurin í dag, tó at hitalagið fer 1 stig upp.
Seint í annaðkvøld ella sunnunátt fer ættin at hækka upp í norðan, og hann makar vindin eitt sindur, niður í 5 til 10 m/s. Framvegis skiftandi skýloft sum í dag og í morgin og ælaveður við regni ella kava. Seinnapartin sunnudagin gongur hann niðuraftur í landnyrðing, vindur veksur aftur upp í 8 til 13 m/s, og ælaveðrið heldur fram.
Hitin sunnudagin fer at liggja úr frostmarkinum og upp í eini 4-5 stig.
Gott vikuskifti.