Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar í tvíningum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.12.2022 - 09:20 Leiðarin Politikkur

Í politikki hava Føroyar, eins og øll onnur lond, nakrar politiskar konfliktlinjur. Tær eru høgra mótvegis vinstra, útjaðari kontra miðstaðarøki, loysing móti sambandi, átrúnaður vs. verðsligleika og so menn og kvinnur. Løgtingsvalið vísti tað, sum vit nokk innast inni vistu, at føroyingar hava lyndi til at býta seg í á leið tveir líka stórar partar. Og søgan sigur, at teir partarnir skiftast um at hava tepran meiriluta. Vit hava hugt at hesum konfliktlinjum við støði í júst hildna løgtingsvali.

 

Høgra 18, vinstra 15

Fólkaflokkurin fekk 6 umboð, Sambandsflokkurin 7, Framsókn 3 og Miðflokkurin 2. Rokna vit hesar flokkarnar sum høgraflokkar, hava teir ein lítlan meiriluta. Vinstravendu flokkarnir Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava 15 umboð. Á vinstra/høgra-ásinum hava vit sostatt eitt býti við 45% fyri vinstravonginum og 55% fyri høgravonginum, ið er eitt rættiliga javnt býti.

 

Loysing 17, samband 16

Elsta konfliktlinjan í føroyskari politiskari søgu er tann millum loysing og samband. Sambandsflokkurin og Sjálvstýri(sflokkurin) eru teir elstu flokkarnir, og til fólkaatkvøðuna í 1946 vóru 50,7% fyri loysing og 49,3% fyri sambandi. Fólkaflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin taka undir við loysing frá Danmark – teir eru bert ósamdir um hvussu skjótt – og teir hava tilsamans 17 tingfólk, ið er minst møguligi meirilutin. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru sambandsflokkarnir í Føroyum, og teir hava 16 umboð sínámillum.

 

Útjaðarin 18, miðstaðurin 15 – og tó

Við konfliktlinjuni útjaðari/miðstaðarøki gerst tað eitt sindur torførari. Tá kunnu vit ikki brúka atkvøðutalið hjá flokkunum at meta okkum eftir. Meta vit eftir, hvar tingfólkini búgva, so búgva 15 teirra í Suðurstreymoy og 18 í hinum økjunum kring landið, og harvið hevur útjaðarin ein lítlan meiriluta. Men so einfalt er tað ikki. Onkur vildi sagt, at meginøkið er Eysturoyggin og Streymoyggin, og tað meginøkið hevur 19 umboð og hini økini hava 14, og harvið koppar meirilutin hin vegin. Valúrslitið fall soleiðis á øki:

Norðoyggjar 5, Eysturoy 3, Norðstreymoy 1, Suðurstreymoy 15, Vágar 3, Sandoy 0 og Suðuroy 6 umboð.   

 

Sekularisering 18, átrúnaður 15

Tá ið tað kemur til átrúnað mótvegis sekularisering, er tað uppaftur truplari at rokna, tí ikki øll tingfólk, og als ikki tey nývaldu, hava givið til kennar, hvar tey standa, tá tað kemur til trúgv. Men gera vit eitt býti, har vit siga, at Miðflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eru kristinkonservativir – væl vitandi, og við fyrivarni fyri, at undantøk eru í teimum flokkunum – og at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru sekulariseraðir, so hava vit aftur býtt okkum sundur í tvey við 18 verðsligum og 15 átrúnaðarligum umboðum. 

 

Menn 23, kvinnur 10

Tað er bert á tí eina konfliktásanum, at annar parturin er í stórum meiriluta og hin í samsvarandi minniluta. Tað er, tá ið tað kemur til mansumboðan mótvegis kvinnuumboðan. Á løgtingsvalinum valdu føroyingar bert 10 kvinnur inn, men heili 23 menn. Hetta er tann einasta konfliktlinjan, har skiftandi meiriluti eftir hvørt val er rættiliga óhugsandi. Menninir hava ikki bara altíð havt meiriluta; teir hava altíð havt stóran meiriluta.

 

Saman at standa varð ei okkum givið

Longu Hans Andrias Djurhuus segði hesi orðini fyri meira enn eini øld síðani, og vit eru framvegis á sama staði. Føroyingar hava lyndi til at býta seg í tveir umleið eins stórar partar, sum so skiftast um at hava meiriluta. Tað, sum leypir í eyguni, er, at vit gera tað á umleið øllum økjum – uttan líka á javnstøðuøkinum millum kynini.

Javnstøðuásin er tann einasti, har eitt 50/50-býti er idealið. Og hann er samstundis tann einasta av konfliktlinjunum, har Føroyar ikki nærkast idealinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit dáma væl at prika
Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkra­hús
Frá Melodi Grand Prix til Basel: Sissal…
Hallur Hansson hevur gjørt nýggjan sáttm…
476 uppskot til maskott
Eykaaðalfundur hjá MEGD
Lurtið eftir fólkinum ið her býr!
Nógv góð ross at síggja í aðru Safari ut…
GG. Vit sóknast eftir lutum til eina fra…
Skotnir á áarbakka­num og blakaðir í Dona…
Team Klaksvík hevur fingið nýggja nevnd
6. B vitjaði Norðlýsið
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv