Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um Astu og Julian Jakobsen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.12.2022 - 11:15 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Nú tað líður út ímóti jólum, koma nógv góð minnir fram um okkara kæru foreldur. Hetta var árstíðin, tá ið vit øll savnaðust til føðingardag, brúdleypsdag , og hildu jólini saman við tykkum.

 

   Asta 25.10.1932 - 17.11.2018                   Julian 07.10.1930 - 16.07.2022

Nú tað líður út ímóti jólum, koma nógv góð minnir fram um okkara kæru foreldur. Hetta var árstíðin, tá ið vit øll savnaðust til føðingardag, brúdleypsdag , og hildu jólini saman við tykkum.

Mamma kom úr Funningi. Foreldrini vóru Adolf og Sigga Klein, tey fluttu seinni til Klaksvíkar at búgva. Tey fingu fimm gentur, Anina, Elina, Selma, Asta og Signa. Mamma, Elina og Selma búðu í Klaksvík. Tær tríggjar fóru allar innan fyri tríggjar mánaðar. Tað var ein stórur saknur hjá okkum øllum, sum eftir sótu.

Tey fyrstu árini vaks pápi upp úti á Norðoyri. Foreldrini vóru Hans Jacob og Dagmar Jakobsen, sum seinni bygdu hús á Heygum, og fluttu til Klaksvíkar. Tey fingu 5 børn. Elsebeth Maria, Anna Malena, Julian, Sofus og Karl – nú eru øll farin.

Mamma og pápi giftust í 1952. Tey bygdu uppi á Heygum og fluttu inn, tá tey giftust. Tey fingu seks børn, fimm gentur og ein drong, Sigga, Dagmar, Adolf, Hansy, Mia og Ann. Øll eru gift og búgva í Klaksvík.

Áðrenn mamma giftist, fór hon út at tæna, sum var vanligt tá í tíðini. Tá hon bleiv gift og fekk børn, var hon heima og passaði hús í nógv ár. Seinni fór mamma á Kósavirkið at arbeiða, har mamma var til hon fór frá fyri aldur. Hon var røsk og skjót, og henni dámdi sera væl arbeiði.

Pápi var útróðramaður og timburmaður, sera raskur og arbeiðssamur. Pápi dugdi væl til hendurnar og var ongantíð ráðaleysur. Pápi hevur verið við til at byggja øllum børnunum hús, og tað var bæði hann og vit sera glað fyri.

Pápi mintist so væl til allar útróðrartúrarnar. Hann fortaldi ofta um teir; hvar teir høvdu sett og hvat teir høvdu fiskað. Hann fylgdi væl við og spurdi altíð inn til, um bátarnir vóru úti.

Mamma hevði ein lívsvilja sum fáur. Hon var altíð jalig og sera glað fyri lívið, mamma var so áhuga í øllum sum gekk fyri seg í samfelagnum. Tá ið vit høvdu verið og ferðast, spurdi hon hvat vit høvdu upplivað, fylgdi væl við hvat vit tókust við í gerandisdegnum, so sera familjukær, hon vildi øllum tað besta.  Mamma var sera sosial, hon gekk í bindiklubb í mong ár. Henni dámdi eisini væl at fara til ymisk tiltøk, sum var skipa fyri tey eldru, og at fara á bingo.

Teimum dámdi sera væl, at hava okkum øll rundan um seg. Tey vóru altíð klár at ansa eftir ommubørnunum. Mamma og pápi bjóðaðu allari familjuni til døgurða, teir sermerktu dagarnar heilt til tey vóru yvir 80 ára gomul. Tað gingu tey høgt uppí ,og at alt skuldi verða so gott. Og tað var so hugnaligt at koma saman, og tað dámdi teimum so væl.

Um summarið vóru vit sum børn og vitjaðu tína heimbygd. Tær dámdi eisini væl at tosa um Funning, sum lá tínum hjarta nær.

Vit vóru eisini mangar túrar uppi í Gravardali og úti í Grøv um summarið saman við tykkum. Túrarnir í summarhús saman við okkum og børnunum, og ferðir uttanlands hava verið fleiri í tali, og tað dámdi mammu sera væl. Tey minnini eru góð at hava.

Heimið hjá tykkum vaks við tíðini. Tá ið tit fluttu inn í 1952 vóru korini ikki altíð so góð. Pápi plagdi at fortelja, at tað fyrsta árið tey vóru gift, var ikki nógvur fiskur at fáa, og tað kundi vera tungt. Nú ein dagin helt pápi fyri, at tíðin var nógv broytt, tá ið tit vóru børn, mátti hann bara hugsa um at arbeiða. Pápi plagdi eisini at fortelja, at tá ið hann var barn dámdi honum so væl at vera uppií, tá ið tey vaksnu arbeiddu. Hann helt ofta fyri, hvussu fitt fólkið var, har hann vaks upp. Og tey høvdu eisini góðar grannar á Kráargøtu.

Pápa dámdi væl at tosa um familju, og var familjukærur, hann hevði gott minni, hann hugdi nógv í bókunum Tey Byggja Land, og las aðrar bøkur. Bíblian og Guds fólks sangbók lá altíð á borðinum, og teimum læs hann nógv í. Hann var ikki ein, sum traðkaði fram, men gav ofta sangir út á møtinum. Tað kom meir enn so fyri, at sangirnir høvdu talað til onkran. Foreldrini høvdu okkum við til møtir, og vit gingu í sunnudagsskúla. Zarepta lá pápa nær á hjarta. Hann var nógv har tað fyrstu tíðina, tá ið Zarepta varð bygt. Hann plagdi at smíða har í vikuskiftinum, og tað var hann glaður fyri.

Pápi var raskur at ganga túrar, hann gekk fleiri ár niðan á Háls, og seinni árini bleiv tað túrar eftir Oyravegnum.

Tykkum dámdi væl at halda húsini rein og snøgg. Tað verður tikið til, at har sum tað er hjartarúm er eisini húsarúm. Tað eru mong sum hava gist hjá tykkum, og vóru tit gestablíð sum fáur, og hava altíð givið tað besta. Tit dugdi so væl at verða blíð, og øll føldu seg væl.

Ommu- og abbabørnini plagdu at ganga niðan til tykkum, tá tey vóru liðug í skúla. Tey hava verið nógv hjá tykkum, tað var stutt at ganga niðan aftaná skúlatíð. Tykkum dámdi væl at hava tey har, mamma tú hevur bakað nógvar pannukøkur – mann fór ongantíð svangur út frá tykkum.  Pápi var altíð klárur at koyra tey har, sum tey skuldu. Tit áttu fleiri langommu og -abba børn. Tit vóru altíð glað, tá ið tey komu á vitjan, og góð vóru tit við tey.

Mamma og pápi fingu 65 ár saman. Mamma stóð og vaskaði hosur, sum hon hevði bundið til jólagávur, tá ið hon brádliga um kvøldið gjørdist sjúk, og dagin eftur var hon longu farin.

Tað var ein tung tíð hjá pápa aftaná at mamma var farin. Pápi plagdi at siga, at mamma tykkara var so løtt í sinni og uppmuntrandi. Mamma plagdi at siga, at pápi tykkara var so væl fyri, hann orkaði so væl at ganga, og gera ørindi o.a. Soleiðis hjálptu tit hvørjum øðrum í gerandisdegnum.

Pápi bleiv innlagdur, og fór eftir stutta sjúkralegu.

Tað tykist tómt, at tit ikki eru her meir. Heimið stendur nú myrkt, har tað hevur verið ljóst í 69 ár,

og har hurðin altíð stóð opin. Har var bæði fjálgt og hugnaligt at koma inn.

Vit eru sera takksom fyri tey mongu ár, vit fingu saman við tykkum.

                                                                               

                                                                                                                          Børnini

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…