Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá skúlaguðstænastuni í Christianskirkjuni | Mynd: Dávur Winther

Í norðoyingum góður tokki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.12.2022 - 11:30 Jóla- og nýggjársheilsur Leiðarin

2022 hevur verið eitt av teimum hendingaríkastu árunum hesa øldina. Tvey túsund og tvey og tjúgu var árið, tá Føroyar bastu Corona-farsóttini; árið, tá KÍ endurvann føroyameistaraheitið í fótbólti annað árið á rað fyri fyrstu ferð síðani 1960’ini; árið, tá vit høvdu bæði fólkatingsval og løgtingsval slag í slag; og árið, tá Norðoyggjar loksins vóru knýttar saman við eini tíðarhóskandi farleið Norður um Fjall. 

 

Sum heild var tað okkara felags innsatsur til og við januar/februar í ár, ið gjørdi, at vit komu lutfalsliga væl frá Corona-farsóttini. Føroyar teljast millum tey mest hepnu londini í so máta, og tað var fyrst og fremst heilsuverkinum fyri at takka. Tey vórðu veruliga trýstroynd hart og leingi, men prógvaðu sítt virði og væl tað. Onkuntíð var tað eitt nærmast ómenniskjaligt trýst á teimum, men tey – og vit – hildu út og bardu okkum ígjøgnum. Saman. 

Tá vit hittast við vøllin, er gloymt alt stríð; tá standa vit saman og rópa á KÍ. Onki fær okkum norðoyingar til at standa eins væl saman sum KÍ. Og okkara menn og kvinnur leveraðu sanniliga eisini vøruna í ár. Í fjør settu tey fleiri met, og í ár tóku tey síni egnu met. Fantastiskt liðavrik, bæði so og so. Í kappróðrinum stóð heldur ongin okkum norðoyingum kurl. Teir einastu, ið megnaðu at geva Klaksvíkingi veruliga kapping, var hin Norðoya-báturin, Norðoyingur. Í flogbóltinum vunnu menninir hjá Mjølnir sítt fjórða meistaraheiti á rað. 

Ikki minst á politiska økinum er hent ómetaliga nógv. Vit vóru vitni til, at ein ung kvinna, eitt óskrivað blað í politikki, gjørdist fyrst vald til fólkatingsvalið. Og vit hava júst verið vitni til tað ótrúliga, at føroysku fólkatingsumboðini ikki standa á hvør sínum vongi í donskum politikki. Systurflokkarnir hjá føroysku flokkunum, ið vunnu valið, hava skipað stjórn saman. Endiliga hava vit felags andlit úteftir. Endiliga standa vit saman. So kann man diskuterað um tað er tann rætti vongurin!

Vit hava eisini júst havt eitt løgtingsval, har vit norðoyingar eisini stóðu saman. Vit fingu nevniliga fimm norðoyingar beinleiðis valdar á Løgting. Onnur øki í Føroyum eru ikki eins væl umboðað, og vit eru í grundini betur umboðað, enn tá vit framvegis høvdu Norðoya Valdømi við fýra økisvaldum umboðum. Og tað eru vit, tí í Norðoyggjum standa vit saman. 

Ljós er fyri endan á tunlunum. 2022 var árið, har teir hart tiltrongdu tunlarnir Norður um Fjall endiliga vórðu skotnir ígjøgnum. Teir hava verið ótíðarhóskandi í minst 30 ár, longri enn teir vóru tíðarhóskandi, og nú byrjar veruliga at styttast, til tað verður koyrandi eftir tveimum sporum við vítt til veggja og høgt til loftið, so Árnafjørður og økið Eystan Múla veruliga verður sameint við vestara partin av Norðoyggjum. 

Nú eru jól. Høgtíðin, har vit eisini jarða okkara ósemjur, familjur møtast, útisetar vitja heimstaðin, og kirkjufólkið og samkomufólkið savnast um gleðiboðskapin. Vit fagna, at dagarnir gerast longri aftur, eins og fólk savnast um kristna jólaboðskapin. Vit geva teimum, vit eru góð við, gávur, fáa kanska sjálvi onkra gávuna, og vit njóta góðan mat og góða samveru. Saman. 

Við hesum reglum um samanhald vil Norðlýsið ynskja øllum norðoyingum eini gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…