
Fjórða statsvaldið tódnar
Við samanleggingini av Dimmalætting og Sosialinum verður føroyska miðlalandslagið væl smalri, enn tað hevur verið. Men tað er ikki tað einasta ófrættakenda.
Tað ljóðar á Jonhardi Hammer, ið er fyribils settur stjóri á báðum bløðunum, at hann helst vildi sloppið undan hesi samanleggingini. Víðari sigur hann, at hon er ein avleiðing av nógvum ymiskum viðurskiftum, men Jonhard Hammer legði stóran dent á at undirstrika, at hann als ikki var nøgdur við, at poddvørp fóru avstað við miðlastuðulinum.
Onkur grundgevingin var heilt góð. Eitt nú tann, at útberingarkostnaðurin er hækkaður nógv. Prentprísurin er eisini hækkaður fleiri ferðir í 2022. Og so sigur fyribilsstjórin, at tey hava mist miðlastuðulin, og so omanfyrinevnda um at poddvørpini fara avstað við stuðlinum. Hartil so varð komið inn á órímiliga kapping frá m.a. Kringvarpinum. Alt góð og saklig argument. Men so kom tað meira ófrættakenda, at neyðugt var við vælvild frá sitandi Landsstýri.
Nýggi miðilin Frihedsbrevet varð ikki meira enn byrjað, so fekk stjórin har ein beiggja í Landsstýrið, og verður tí veingjaskert og kann ikki brúka alla ta frammanundan lítlu manningin at kritisera okkara stjórn. Og nú, ikki ein mánað seinni, gerast tveir teir størstu miðlarnir ein, og tann samanlagdi miðilin sigur, at honum tørvar náði frá somu stjórn.
So ikki bert minkar talið av kritiskum fjølmiðlum. Miðlarnir í miðstaðarøkinum, sum eru tættast uppá maktina, verða meira sósaðir saman við makthavaranum, sum teir skulu hava eftirlit við.