Lýsing
Lýsing
Hóast best kendur fyri ikki at vilja vita av sjónarmiðunum hjá teimum 18% til 28% av føroyingum, ið velja Fólkaflokkin, eftirlýsir løgmaður meira samanhald millum føroyingar. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Løgmaður við ringari samvitsku

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.12.2022 - 21:53 Leiðarin Politikkur

Tað, sum Aksel V. Johannesen er mest kendur fyri, er, at hann var maðurin aftanfyri blokkpolitikkin í Føroyum. Við útihýsingini av Fólkaflokkinum gjørdist hann maðurin, ið meira enn nakar annar í Føroyum hevur staðið fyri uppbýtinum í “okkum” og “tykkum”. Tað var tí forkunnugt at hoyra hann tosa um samanhald í nýggjársrøðuni.

Tá ið nýggja Landsstýrið skuldi skipast, valsaðu 4 topppolitikarar í Suðurstreymoy út í Tinganes. Ein suðuroyingur gjørdist nr. 4 á javnaðarlistanum. Hann varð lopin um. Síðani kom ein vágamaður inn sum nr. 5 – hann varð eisini lopin um. Harnæst kom ein klaksvíkskvinna við drúgvum royndum bæði á tingi og í Landsstýrinum – eisini hon varð umlopin.

Eitt stjørnuskot í Norðstreymoy tikkaði inn á sjeyndaplássið, men heldur ikki hann slapp í Tinganes. At enda varð Henrik Old eisini lopin um, inntil man kom til tað fjórða og seinasta umboðið úr Suðurstreymoy at seta í Landsstýrið. Soleiðis leyp løgmaður bukk um øll løgtingsfólkini, ið eru vald fyri Javnaðarflokkin úti kring landið, og mannaði Landsstýrið við einans teimum tingfólkum, sum eins og hann sjálvur búgva í Suðurstreymoy. Er tað tá løgið, at útjaðarin kennir seg stoyttan og útihýstan? Samanhald leggur hetta í øllum førum ikki upp til – uttan samanhaldi millum javnaðarfólk í Havn.

Løgmaður er tó mest kendur fyri at hava avskrivað millum ein fimting og ein fjórðing av Føroya fólki við at siga, at “hesi vilja vit onki hava við at gera” og sipar tá til Fólkaflokkin og hansara veljarar. Sambandsflokkurin hevur somuleiðis verið úti og sagt, at samgonguroyndin við tey mest var kávalótir, og at tað longu var avgjørt at fáa gomlu CEF-samgonguna aftur og harvið halda fast í blokkpolitikkinum og uppbýtinum í “vit” og “tey”.

Síðani nýggja Løgtingið tók við, er nývalda samgongan mangan spurd um, hvørjar ætlanir hon hevur, og tá hevur afturvendandi svarið verið, at meira skal takast frá fiski- og alivinnuni. Sum øllum kunnugt eru hesar báðar vinnur fyrst og fremst uttan fyri miðstaðarøkið, og tað verður tí frá hesum økjum, at tikið verður. Tað hevði tí klætt løgmanni at sagt, hvørjar sømdir hesi øki kunnu vænta at fáa afturfyri missin, sum vinnulívið í útjaðaranum ætlandi verður fyri. Men har er tøgn.

Tað var heldur ikki ringt at lesa millum reglurnar í nýggjársrøðuni, at Barentshavsflotin helst fær banahøggið, tá 2023 er av. Politikkurin, sum hendan samgongan leggur fyri dagin, er sostatt bæði at minka um vinnumøguleikarnar í útjaðaranum og at skatta eftirverandi vinnulívið har harðari.

Sum nú er, sita familjur kring landið og ræðast gjøldini, ið ætlanin er at áleggja fiski- og alivinnuni, eins og fyri livibreyðinum frá Barentshavinum. Tað sigur seg sjálvt, at tá nógvar familjur eru beinleiðis bangnar fyri samgongupolitikkinum, so gongur tað hart út yvir alt samanhald. Ein kann illa halda saman við einum, man er bangin fyri.

Tí velja vit at halda, at tað var ringa samvitskan hjá løgmanni yvir førda blokkpolitikkin og ætlaða vinnupolitikkin, ið fekk hann til at mæla til meira samanhald í nýggjársrøðuni. Vónandi fer hendan sama samvitskan hjá honum at gera, at tá fíggjarlógin 2023 kemur fyri fyrsta dagin, so fara vit at síggja, at útjaðarin fær somu raðfesting og vælvild í landsstýri og á tingi, sum miðstaðarøkið higartil hevur fingið, og eisini, at stúranirnar hjá vinnuni og familjum fyri framtíðini verða gjørdar til einkis.

Løgmaður situr sjálvur við lyklinum til størri samanhald í Føroyum og kann sjálvur broyta Føroyar til samfelagið, hann eftirlýsir. Hann kann byrja við at jarða stríðsøksina móti Fólkaflokkinum og taka teirra sjónarmið við, hvat viðvíkir vinnulívi í útjaðaranum í Føroyum. Tað hevði verið at sett handling aftan fyri orðini um útrættu hondina í nýggjársrøðuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…