Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bakkafossur letur upp fyri aling á opnum havi

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  07.01.2023 - 17:31 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Ikki kann annað enn sigast, at tað er eitt ótróligt ódnartak, Bakkafrost hevur tikið fram ímóti gera okkara alivinnu kappingarførari, reinari og ikki minst at nýggja skipið Bakkafossur fer at toga framtíðardreymin, um at ala laks úti á opnum havi, eitt stórt fet nærri. Fleiri røður vóru hildnar á Bakkafrost á Glyvrum ídag. Røðarar vóru umframt Regin, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Aksel Johannsen, løgmaður og Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost. Afturat tí undirhildu Kór Glyvra kirkju og onnur.

Sjálvur gav eg mær ikki stundir at fara umborð á vitjan, men kanska fáið eg høvið til tað ein  annan dag, tá Bakkafossur er á pollinum og skipið ikki er so fult av vitjandi. Ótrúliga nógv fólk møttu til móttøkuna hjá Bakkafossi í dag, tað var líka við at leiðslan í Bakkafrost hevði undirmett talið av vitjandi. Men les nú niðanfyri áhugaverdu røðu Regins:

Røða Regin Jacobsens í dag á dópsdegi Bakkafoss:

Harra Løgmaður. Uttanríkis og Vinnumálaráðharri. Skipari og manning

Kæru tit øll

Hjartaliga vælkomin til móttøku her á Bakka ídag ísamband við at móttøku av nýggja tænastu skipi okkara Bakkafossi.

  Tilgongdin at byggja skipið

Bakkafossur er nýbygningur frá Sefine skipasmiðjuni í Turkalandi. Byggisáttmáli varð undirskrivaður tann 24. Mars 2020, beint eftir at korona farsóttin varð lýst sum ein pandemi og byrjaði at reika um heimin.

Eg má siga at tað vóru ógvuliga nógvir tankar sum órógvaðu hesa tíðina – og tað var ein trupul avgerð hjá nevnd og leiðslu at fara undir eina so stóra verkætlan, beint sum heimurin var lagdur lamin – og laksamarknaðurin meir ella minni steðgaði upp – ja tað kendist órógvandi.

Verkætlanartilgongdin byrjaði tó tann 18. Juni 2018, tá vit undirskrivaðu projekteringsavtalu við Thormund Johannesen, vegna Knud E. Hansen - um at tekna og standa fyri útboðið og bygging av einum nýggjum  tænastuskipi.

Thormund Johannesen og Marni Olsen vóru projekt og byggi-eftirlit ísamband við byggjanina av Hans á Bakka í 2013-2015 – og hava verið ráðgevarar hjá Bakkafrost ísamband við fleiri skipamál. Fleiri nýmenningar og betranir eru í Bakkafossi í mun til Hans á Bakka, sum var eitt konsept hjá Kongsberg – ella Rolls Royce, sum tað kallaðist tá.

Verkætlanin varð boðin út millum nógvar ymiskar skipasmiðjur, fimm tilboð komu at byggja skipið, og lógu skipasmiðjurnar í Turkalandi best fyri, hóast skipasmiðjur í Spania eisini vóru væl við. Umleið 40 milliónir vóru millum lægsta og hægsta boð. Eitt slíkt skip er rættuliga kostnaðarmikið at byggja – umleið tvífalt av tí sum Hans á Bakka kostaði.

Bakkafossur er eftir ætlan tann fyrsti í eini røð av nýggjum skipum í ymsum støddum, sum ætlandi verða bygd komandi árini, bæði til nýtslu í Føroyum og Skotlandi.

Upprunaliga var sáttmálin í 2018 skrivaður um eitt skip á 4.000 rúmmetrar, t.v.s. eitt vet størri enn Hans á Bakka; men tá Landsstýrið  í juni 2019 legið tilrættis møguleika at ala á opnum havi við kunngerð nr. 81 og 82, varð verkætlanin broytt, soleiðis at hetta skipið betur kundi vera ein liður í at gagnnýta hesar møguleikar – og harvið varð skipabyggiætlanin víðka munandi.

Knud E. Hansen hevur projektera skipið, staðið fyri útboðið og havt eftirlit við byggingini. Vegna Bakkafrost hevur Thorleif Dahl, maskinstjóri verið eftirlitsmaður á staðnum undir allari byggingini og umboðað byggiharran – seinasta árið saman við Trygva Petersen skipara og Sveini Zachariassen maskinstjóra.

Um skipið

Bakkafossur er millum størstu tænastuskip í heiminum til alivinnuna. Støddin er 109m x 22m. Hans á Bakka er til samanberingar 75m x 16m. Dekksvíddin er sostatt júst tvífalt so stór – umleið 2.300 ferðmetrar í mun til umleið 1.100 ferðmetrar hjá Hans á Bakka.

Bakkafossur kann føra 1.000 tons av livandi laksi í mun til 430 tons í Hans á Bakka tekur
Skipið er serútgjørt til at kunna loysa uppgávur í sambandi við framtíðar aling á opnum havi og:
er liður í okkara áhaldandi fokus á fiskaheilsu og -vælferð, og kann millum annað:
Framleiða feskvatn til avlúsing
Viðgerðin tryggjar samstundis laksin móti toknuavbjóðingum og styrkir immunverjuna
Viðgerð við feskvatni tryggjar samstundis, at okkum ikki nýtist antibiotika ella onnur skaðilig evni í alingini, sum bæði er gott fyri fiskin og fyri umhvørvið
Kann ísamband við viðgerð, skilja laksin í ymiskar støddir, soleiðis at størsti fiskurin kann fara til tøku, og smærri fiskur kann vaksa víðari
Vit vænta at hetta fer at minka um felli ísamband við viðgerð, eftirsum tað ofta er størsti fiskurin, sum tolir minst av viðgerð
Skipið koyrir á hybrid-skipan við 5 diesel generatorum og battaríum – hetta skal spara eini 20% av oljunýtsluni. Skipanin er gjørd soleiðis, at motorarnir altíð koyra við optimalari last. Um ov nógv orka verður framleidd, fer yvirskotið í battaríini. Tá battaríini eru fult lødd, steðgar ein motorur, og ístaðin verða battaríini nýtt. Skipið kann sostatt sigla í styttri tíð einans við el – ella liggja við bryggju og einans nýta úr battaríunum.
Skipið er harafturat útgjørt til at taka ímóti háspenningi frá landi, soleiðis at skipið liggur við landstreymi við bryggju og kann løða frá landi, um nokk av grønum streymi er til taks.
Diesel-motorarnir eru staðsettir á ovasta dekki í dekkshúsinum aftan, ið tryggjar, at vit lætt kunnu skifta motorarnar til nýggjar grønar loysnir, tá hesar eru tøkar á marknaðinum. Væntandi ganga ikki nógv ár til vit kunnu skifta til t.d. metanol ella ammoniakk.
Slag av motorum: Cummins 1.400  kW hvør, umframt ein Volvo Penta havnagenerator á 360 kW.
Max ferð 13,5 knútar
Oljugoymsla umborð er 400 m3 – stórt dekspláss er aftast á skipinum, har tilber at goyma grøna orku tá vit koma til tað
4 síðuskrúvur á 1.000 kW hvør
Ein framdriftskrúva, diametur á 4 m, framdriftsmegin er 4.000 kW deild á tveir el-motorar á 2.000 kW hvør, av merkinum INDAR sum standa í seriu á akslinum uttan gear.
 

Tvær manningar á 10 fólk, t.v.s. samanlagt 20 sjófólk eru knýtt at skipinum.

Skipið er útgjørt við sokallaðari DP útgerð, sum ger at skipið kann liggja púra stilt á ávísari knattstøðu og loysa arbeiðsuppgávur. Hetta er sama útgerð, sum verður nýtt av tænastuskipum í t.d. oljuvinnuni

Skipið er harafturat serútgjørt at viðgera við feskvatni, og kann í hesum sambandi framleiða 6000 tons av feskvatni um døgnið, og hevur eykatangar til 3000 tons av feskvatni – umframt 4 tangar til livandi laks á 1750m3, tilsamans 7.000 rúmmetrar. 

Burðardygg laksaaling

Heimurin stendur yvirfyri risa avbjóðingum í komandi tíðum, og vit noyðast at nýta nýggjar og snildar loysnir, um vit skulu loysa hesar avbjóðingar. ST hevur millum annað peikað á aling sum ein burðardygg loysn uppá framtíðar avbjóðingar, og laksaaling er ein tann besta loysnin, tá hugsað verður um burðardygd í breiðari merking. Samanborið við aðrar sonevndar ‘animalskar’ matvørur hevur laksaaling minst CO2-útlát, minstu landnýtslu, minstu vatnnýtslu og hægsta fóðurfaktor, tvs. at laksur krevur minst fóður til at framleiða 1 kg av mati.

Vit gerast alsamt fleiri menniskju á klótuni, men vit forbrúka longu nú væl meira, enn hvat klótan klárar at framleiða. Tí mugu vit økja um framleiðsluna av burðardyggum matvørum, og vit føroyingar eru so heppin at hava fingið litið ta ábyrgd upp í hendur at umsita firðir og havøki, sum er serstakliga væl egnað til burðardygga matvøruframleiðslu. Tí er tað okkara ábyrgd og okkara skylda at økja um framleiðsluna, so framtíðar tørvurin á burðardyggum matvørum kann nøktast.

Tað er tó av størsta týdningi, at vit vaksa á burðardyggan hátt, so at laksaaling framhaldandi er ein tann burðardyggasti hátturin at framleiða matvørur. Vit vita, at skip framvegis eru ógvuliga tengd at siðbundum orkukeldum, og tí hevur maritima vinnan framvegis eitt stórt útlát av CO2, sum vit skulu finna grønar loysnir á heilt skjótt.

Menningin innan grøna orkuskiftið gongur skjótt rætta vegin, eisini á tí maritima økinum, og við Bakkafossi eru vit fyrireikað til at fremja eitt skjótt orkuskifti. Skipið er útgjørt við hybrid-skipan við fimm diesel generatorum umframt battaríum, sum kunnu taka ímóti yvirskotsorku bæði frá motorum umborð og frá landi tá skipið liggur við bryggju. Battaríini tryggja at motorarnir altíð koyra optimalt, og eingin spillorka er.

Men kanska av enn størri týdningi er, at motorarnir eru staðsettir á ovasta dekki í dekkshúsinum aftan, so vit lætt kunnu skifta motorarnar til nýggjar grønar orkuloysnir, tá hesar eru tøkar.

At kunna taka ímóti grønum landstreymi tá hesin er tøkur við háspenning íbinding er eisini nýbrot í Føroyum. Kaðalar eru lagdir í bryggjuna, soleiðis at skjótt og lætt er at gera hesa íbinding tá slík grøn orka fæst á kappingarføran hátt.

Bakkafossur skal vera við at minka um okkara CO2-útlát við 50% innan árslok í 2030.

Ein lítil viðmerking kann í hesum sambandi nevnast um tvíkiljuna Grønurók, sum var handað okkum fyrr í heyst. Grønarøk er bygd á skipasmiðjuni MEST í Tórshavn, og siglir út frá Tórshavn til alibrúkið fram við Argjalandinum, sum er fyrsta skip í Føroyum, sum einans nýtir grøna orku – har er eingin motorur umborð sum kann nýta olju.

Bakkafossur eitt skarðslop í menning

Menningin av alivinnuni hevur verið øgilig síðani Bakkafrost byrjaði í 1980 við aling júst her sum vit standa. Tá var tað ein reyð jolla sum var álitið í mong ár – hon sigldi út frá eini sjálvgjørdari bryggju einar hundrað metrar frá her vit standa beint nú. Síðani komu smærri glasfipurbátar.... Seinastu átta árini eru fleiri ógvuliga væl útgjørd skip komin, og ídag standa vit her við einum skipi í heimsflokki við allarbestu útgerð, dimentiónum og møguleikum.

 

At hugsa sær at slík amboð sum tænastuskip okkara kunnu gerast partur av okkara virksemi, tað var heilt óhugsandi fyri nøkrum árum síðani.

 

Eitt slíkt tænastuskip hevur allar hugsandi møguleikar til okkara virksemi og er væl útgjørt við kranum, spølum og sera góðum deksplássi. Vit eru ógvuliga spent uppá aling á opnum havi, og er støddin á skipinum beinleiðis avleiðing av teim ætlanunum. Tað fer at liggja væl fyri at loysa eina røð av uppgávum í alingini – við sera dugnaligu manningini. Umstøðurnar umborð eru góðar.

Manning

Skipið hevur tvær vaktir, og vil eg nevna manningina:

Skiparar
 
Trygvi Petersen
 
Niels Leivsson í Buð
 
Stýrimenn
 
Martin M. Schmidt
 
Bergur Djurhuus
 
Maskinstjórar
 
Thorleif Dahl
 
Sveinur Zachariassen
 
1. meistarar
 
Torvald Steingrímsson
 
Albert Anfinnsson
 
Motorkønir dekkarar
 
Jan Sevdal
 
Rógvi Fossdalsá
 
Fulltiknir dekkarar
 
Høgni Zachariassen
 
Sonni Ludvig
 
Eyðun Andreasen
 
Hans Martin á Regni
 
  
Ófulltiknir dekkarar
 
Arnfinn Langgaard
 
Hans Andrias Petersen
 
Benjamin Jakobsen
 
Áron Poulsen
 
Kokkar
 
Erik Johannessen
 
Rúni í Lágabø
 
 
Tað er Sverri Kjærbæk, sum er leiðari fyri reiðaríðnum hjá Bakkafrost.

Eg fari at takka tær Sverri fyri gott avrik.

Okkara bøn og vón, er at hetta skip fer at vera til stórt gagn fyri manning, felag, alivinnuna - og samfelagið alt.

Bakkafossur fer komandi dagarnar at verða klárgjørdur við ymiskum innkoyringum av skipanum, síðani –fer skipið at stevna út av fjørðinum at gera tænastuveitingar á ymisku aliøkjunum runt oyggjarnar – og vónandi eisini út á opi hav um ikki alt ov langa tíð, har skipið hevur serligar møguleikar at gera stóran mun til gagns fyri land og fólk.

 

Eg vil eg geva tær og manning hesi orð við á ferðini:

Jesus, Harri, loðsur verð!

Villir sjógvar bróta her,

Ókent farvatn bíðar mær,

Boðar, íður eru har,
kort og kumpass nýtst mær her,

Jesus, Harri, loðsur ver!

Og so vil eg biðja:

Gud signi tú hetta skip og tess manning.
Verð tess verji á havsins høvum í ódn og logn!

Gud signi okkum øll!

 

Takk fyri!

Vinarliga / Best regards,

Regin Jacobsen,

Stjóri / CEO

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…