Lýsing
Lýsing

Svend Brinkmann høvuðsrøðari á Leiðaradegnum 17. mars

SKRIVAÐ: Lýsingargrein  |  10.01.2023 - 10:52 Tíðindaskriv

Evnini at hugsa eru avgerandi fyri eitt gott og eydnusamt lív. Tekning nú á synergi.fo

Svend Brinkmann: HUGSA | Sum leiðari | Sum menniskja
Tað er avgerandi fyri okkum menniskju, at vit kunnu hugsa. Homo sapiens merkir hugsandi menniskja. Filosoffar hava, líka síðani teir gomlu grikkarnir, sagt, at evnini at hugsa eru avgerandi fyri eitt gott og eydnusamt lív.

Men tíverri er tað vorðið trupult at hugsa í okkara tíð, sum leggur dent á skjótleika, nyttuvirði og effektivitet. At hugsa krevur tíð at fordjúpa seg, tíð til menning og mentan og frælsi til sjálvstøðuga reflektión.

Á leiðaradegnum spyr Svend Brinkmann, hvussu vit kunnu læra at hugsa djúpt, kritiskt og sjálvstøðugt. Ikki minst í arbeiðslívinum, har tað eigur at verða ein leiðsluuppgáva at skapa góðar rammur at hugsavna seg. Nógv leita sær til eysturlendskar mentanir, har vit finna meditatión og mindfulness. Tá snýr tað seg um at vera til staðar og hugsa minni, men Svend Brinkmann lýsir í staðin á møguleikarnar í vestligu mentanini, at hugsa betri. Fyrilesturin er grundaður á nýggjastu bókina hjá Svend Brinkmann frá  2022 “Tænk”.

Nógv annað er á skránni á leiðaradegnum, sí skránna HER!

Teknar tú teg til Leiðaradagin áðrenn 13. januar, fært tú ókeypis gávukort frá nýggju kaffistovuni í SMS, 

Tekna teg á www.synergi.fo, ring 322355 ella send teldupost synergi@synergi.fo

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…