Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir á venjingarlegu í Finlandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.01.2023 - 11:16 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Føroyameistararnir byrjaðu árið við eini gevandi venjingarlegu í Tampere

Eftir ætlan skuldi Mjølnir menninir luttaka í The Nordic Club Championship í Finlandi, sum meistarar í Føroyum. Hendan kappingin varð av ongum og tí broyttust ætlaninar til eina venjingarlegu. 

Christian Imhoff, høvuðsvenjari hjá Mjølnir hevur leikt á høgum stigi og hevur tann vegin sera góðar kontaktir í flogbóltsumhvørvinum kring knøttin - og eisini í Finlandi. So tað var skjótt, at tríggir venjingardystir vóru settir á skrá. 

Leikt varð ímóti trimum liðum í Tampere. Mjølnir fekk væl úr dystunum og eisini teimum fysisku venjingunum, sum vóru lagdar í tøttu skránna. Teir ungu fingu nógva spælitíð og eisini nýggi leikarin Cristian Barrios, sum stóð seg væl, varð væl innførdur í leikskipanina hjá Mjølnir. Steffan Rosenlund er skaddur í knænum og fær ikki leikt næstu tíðina. 

Sera kalt er í Tampere hesa ársins tíð, um minus 10 stig hvønn dag. 

Mjølnir menninir spæla sín fyrsta dyst í ársins steypakapping í annaðkvøld móti ÍF í Fuglafirði. 

 

Tampere og Klaksvík vinarbýir

Tað sum Tampere kanska er mest kent fyri er Mumi. Harumframt er Tampere eisini vinarbýur hjá Klaksvík og tískil vóru Karl Johansen, borgarstjóri og Jóhanna Christiansen, mentanarnevndarforkvinna eisini við á túrinum. Tey hugdu við áhuga at venjingardystunum og eisini vitjaðu tey umboð fyri Tampere á túrinum. Harumframt vitjaðu tey ymisk listasøvn og eisini Mumi-savnið á túrinum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB