Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grøn hitapumpuskipan til hylin á Sjónámi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.01.2023 - 12:09 Myndarøð Tíðindi

Í sambandi við OPITO uppstiganina á Sjónámi, har skeiðsdepilin hevur í hyggju at fáa góðkenning at bjóða út BOSIET og HUET skeið til frálandavinnuna, er krav at vatni í hylinum er 21 gradir. Hetta er meir enn gamla el-hitalikami megnaði, ið eisini var umhvørvisliga og hervið fíggjarliga óhóskandi í rakstri.

 

Ráðgevandi fyritøkan SMJ varð litið í hendi at gera eina meting um hvat var skynsamasti háttur at upphita tey væl áleiðis 320m3 av vatni og halda temperaturin.

SMJ mettu at í mun til tørvin og íløgukarmin var ein luft til vatn hitapumpuskipan fíggjarliga og umhvørvisligaskynsamasta loysnin - og teir fingu so ábyrgdina av útboði, tilmæli og eftirliti av verkætlanini.

Tað var P/F Signar Kallsberg sum í fjør summar vann útboðið uppá verkætlanina og loksins er arbeiðið liðugt og væl úr hondum greitt og pumpurnar, av slagnum DenForm, settar í gongd.

Vit á Sjónámi eru sera fegin um at verkætlanin bar á mál og vilja fegin takka Landsverk og A.P. Møller Fonden fyri stuðulin til hitapumpuskipanina herundir projektering oa. áleiðis hálva millión.

Umframt bera vit hjartaliga tøkk til Signar Kallsberg og hansara starvsfólk fyri væl útint arbeiði og SMJ fyri holla ráðgeving í sambandi við alla tilgongdina.

 

Av tí tað er ein ávísur yvirkapasitetur á hitapumpuskipanini verður nú farið undir at kanna um tað er møguligt at gagnnýta hendan til upphiting av bygninginum eisini.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…