Lýsing
Lýsing

Óførur fiskiskapur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.01.2023 - 16:08 Myndarøð Tíðindi Vinna

Størru útróðrarbátarnir, sum fyrst í vikuni settu eystanfyri og so fóru vesturum í Vágahavi hava havt eina rættuliga góða viku. Petur Joleiv, Svøðstein, skipari á Líðhamri sigur, at teir hava havt 5 setur hesa vikuna, eina eystanfyri og fýra vestanfyri, tilsamans hava teir avreitt 53.000 pund av útróðrarfiski hesa vikuna.

Vit vóru á støð, tá Líðhamar kom vestanífrá í dag, fyrst løgdu teir at á Stongunum, har Klavus, sum er ein av manningini, sum er í landi og skipar egningina, tók ímóti stampum at egna. Kanska skulu teir vera egndir aftur áðrenn sunnukvøldið ella mánakvøldið. Síðani bleiv loyst aftur og leiðin gekk tvørtur um Vágna yvir á ACFS har Sjúrður Josephsen stóð og bíðaði við sínum kránabili, klárur at landað og fáa fiskin inn á virkið har fiskurin verður seldur á Fiskamarknaðinum mánadagin.

Í nátt hevði Líðhamar 10.800 pund og Norðsøki, sum eisini var vestanfyri hevði 11.500 pund.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald