Lýsing
Lýsing
Lýsing

Búnaðarstevnan tann 18 februar 2023

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.01.2023 - 22:58 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Leygardagin tann 18. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað á áttinda sinni á Skúlatrøð í Klaksvík. Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnaðarøki í Føroyum.

Búnaðarstevnan er aktiv fyri bæði tey, sum hava framløgur og fyri luttakarar. Tú kanst seta spurningar og so hevur tú eisini ein góðan møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum.

Búnaðarstevnan er rímuliga væl vitjað og neyðugt er at skráseta seg sum luttakara, tí luttøkuplássið er avmarkað.

 

Skrá:

Fundarstjóri: Kári Thorsteinsson

 

10:00:   Skráseting

10:30:   Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna

10:40:   Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í landbúnaðarmálum

Landbúnaðarpolitikkur og sjálvbjargni

11:10:   Sigurð í Jákupsstovu, stjóri - Umhvørvisstovan

Lendisætlan fyri Føroyar v.m.

11:35    Tróndur G. Leivsson, stjóri - Búnaðarstovan

               Framløga

 

12:00     Miðmálið

 

13:00     Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan

               SJÁLVBJARGNI VIÐ MATVØRUM Í FØROYUM OG ØÐRUM SMÁTJÓÐUM/OYGGJUM

At vera sjálvbjargin við matvørum er eitt sera aktuelt evni.

Norðurlendski smásamfelagsbólkurin, har Umhvørvisstovan umboðar Føroyar, tók stig til verkætlanina.

13:20     Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi

Øktur framleiðslukostnaður í landbúnaðinum – greining av landbúnaðarvørum í okkara grannalondum v.m.

13:40     Magnus Gaard, rektari

               Náttúrutilfeingi og útbúgvingmøguleikar í Føroyum

Hvussu kunnu vit útbúgvingarliga best møguligt brynja okkara ungu til eina framtíð, sum ongin kennir nakað til ?

Hví eru útbúgvingartilboðini so fá innanfyri gagnnýtslu av náttúrutilfeingi í Føroyum.

Tilfeingisbreytin og samstarvið millum Miðnám í Vestmanna og Búnaðarstovuna.

14:00     Heidi Holm, verkætlanarleiðari

Landbúnaðarferðavinna

Vaksandi ferðavinnan í Føroyum letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin. Sonevnda “agrotourism” ella landbúnaðarferðavinna er kent fyribrigdi aðrastaðni, sum í stuttum snýr seg um at menna tilboð, vørur og tænastur innan ferðavinnuna, ið taka støði í landbúnaðarvirkseminum.

14:40     Eyðfinnur Magnussen, lektari í lívfrøði

               Áseyðatali í teim føroysku høgunum fyrr og nú

 

15:00     Helgi í Brekkunum

               Seyðahald í Grønlandi – eitt nú sammett við áseyðatal í Norðoyggjum

 

15:20     Dorit Hansen & Guðrun Elttør

               Eitt føroyskt mikrospinnarí sjálvandi

Spinnaríið í Klingrugarðinum skal vera eitt fullfíggjað mikrospinnaríið, har skitin, føroysk ull kemur inn, og lekkurt, dygdargott tógv kemur út. Knýtt at Spinnarínum verða góðar umstøður at skipa fyri skeiðum, verkstovum o.ø., har fólk kunnu hittast um skapandi, listarligt arbeiði.

Hetta er tað, sum nevndin í nýstovnaða Áhugafelagnum Spinnaríið ætlar og arbeiðir við. Og á Búnaðarstevnuni fara tey at greiða frá teimum ítøkiligu – stutttíðar og langtíðar – ætlanunum.

 

15:40     Framløgur liðnar – kaffi vm.

 

16:00:   Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.

 

Evni er:

Ársins orð 2022 – “Stuttflutt” – Hví og hvussu skulu vit menna hetta konsept á   burðardyggan hátt.

 

Fundarstjóri og orðstýrari:      Jón Brian Hvidtfeldt

 

Pallborðsluttakarar:

 

•             Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum

•             Sigurð í Jákupsstovu, stjóri Umvørvisstovan

•             Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni 

•             Sigert Patursson,  Bóndafelag Føroya

•             Gutti Winther, kokkur.

•             Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, Matkovin

 

18:00 Liðugt

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar