Lýsing
Lýsing

Veðurlagsmál á breddan

SKRIVAÐ: Umhvørvismálaráðið  |  19.01.2023 - 12:22 Tíðindaskriv

Eitt høvuðsmál hjá samgonguni er at minka útlátið og seta bindandi veðurlagsmál. Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur tí sent uppskot til kunngerð um at avmarka nýtsluna av sonevndum f-gassum í almenna hoyring.

 

F-gass eru eru sterk vakstrarhúsgass. Tað merkir, at tey eru ógvuliga skaðilig fyri umhvørvið. Eitt tað ringasta F-gassið (SF6) ger útvið 23.000 ferðir so  stóran skaða sum koltvíilta (CO2). F-gassir verða serliga brúkt í køliskipanum umborð á ávísum skipum. Hesi vakstrarhúsgass eru týðandi partur av føroyska útlátinum av vakstrarhúsgassi. Við reglunum verður krav nú sett um at útskifta f-gass við onnur kølievni, sum ikki eru eins oyðileggjandi fyri veðurlagsskipanina.

“Ein av høvuðssetningunum hjá nýstovnaða umhvørvismálaráðnum er at syrgja fyri, at vit gera okkara at avmarka veðurlagsbroytingarnar við at seta í verk átøk sum minka okkara útlát og verja náttúru og vistskipanir”, sigur Ingilín. D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

Føroyar hava bundið seg til at minka nýtsluna av f-gassi við 85 % fram til 2036. Kjarnan í uppskotinum er, at innflutningur av f-gass framvegis verður loyvdur, men nú í einari kvotaskipan, har kvoturnar fara at minka stigvíst næstu 14 árini, so samlaði innflutningurin í 2036 er minkaður við minst 85 prosentum í mun til innflutningin seinnu árini. Samstundis verður í næstum lagt gjald á nýtsluna av hesum vakstrarhúsgassum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin