Lýsing
Lýsing
Lýsing

H71 avgjørdi dystin seinasta korterið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.01.2023 - 20:13 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Serliga fyrri hálvleikur í dytinum millum Stjørnuna og oddaliðið H71 í KÍ-høllini í dag var rættilga góður og undirhaldandi. Tað gekk javnt á alla hálvleikin, liðini skiftust um at skora, og hálvleiksstøðan gjørdist javnleikur 16-16.                                                                                                                             

H71 kom betur frá byrjan í seinna hálvleiki, og fekk eftir stuttari løtu eina leiðslu upá trý mál, men Stjørnan royndi at svara aftur, og var væl við til seinni hálvleikur var hálvrunnin, tá var støðan 26-28 til H71. Eftir hetta tyktist tað sum, at kreftirnar høvdu hug at ganga undan hjá Stjøruni, og hevði tað m.a. við sær, fleiri mistøkt blivu gjørd serliga á álopspartinum, sum góvu H71 møguleikar at fara í skjót mótálop. Endin varð, at H71 vann dystin 37-30.                                                                                                                                 

Burtusæð frá seinasta korterinum av dystinum, so má sigast, at avrikið hjá Stjørnuni ímóta oddaliðnum, sum í løtuni má metast at vera í einum flokki fyri seg, var gott. Hugburðurin var munandi betur enn í dystinum Í móti Neistanum seinasta sunnudag. Serliga bleiv arbeitt nógv meira avgjørt og avvísandi í verjupartinum, tó at tað enn manglar nakað í.                                                                                       

Samanumtikið kann sigast, at hóast alt, so var nógv positivt hjá Stjørnuni at taka við frá dystinum, men arbeiðast má framhaldandi hart víðari, serliga í móti hálvfinalunum í steypakappingin ímóti Neistanum.

Málin hjá Stjørnuni gjørdu: Mina S. Hendriksen 7, Iulia Nalvik 4, Jancy H. Jacobsen, Tóra Eliasen, Anna Jacobsen, Malene Madsen og Durita L. Johansen 3 mál hvør, Sonja S. á Bergi og Joan Sørensen 2.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Kunngerð um val til Fólka­tingið í Føroyu…
Bekendtgørelse om afholdelse af valg til…
Eins og var Mikines á Skúlatrøð
Nýtt vinnu- og mentanarøki við Teistatan…
Reinsiverkið á Hellisenda skal gerast li…
UPPHAV í neystinum
Ábyrgdin á tínum herðum
Góð gongd í 2025
Konsert fyrilestur í Varpinum
Fyrsti uppstillingarfundur hjá Norðoya T…
Húsið hátíðarheldur 20 ára dag
Skúlakórið á Skúlatrøð og Klaksvíkar Man…
Manningin á Jákup B greitt brævatkvøðu
Jeg hvakk eitt sindur við
Vit í Javnaðar­flokki­num skylda ikki Fram…