Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Brann.no

Nýggi KÍ-málverjin hevur havt nógvar skaðar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.01.2023 - 23:26 Ítrottur Tíðindi

Talan er um ungan málverja, ið taldist millum størstu talentini í Norra fyri nøkrum árum síðani, men sum hevur spælt lítið á høgum stigi síðstu tvey árini m.a. vegna nógvar skaðar.

23 ára gamli Markus Olsen Pettersen verður málverji í KÍ-hópinum í ár. Tað skriva miðlar í Bergen. Markus hevur síðstu árini havt sáttmála við Brann í Bergen.

Talan er um 1,90 metur høgan málverja, sum taldist millum stóru talentini í Norra, tí hann hevur umboðað nærum øll U-landsliðini hjá Norra. Longu sum 16 ára gamal bleiv hann partur av besta hópinum hjá Brann.

Sambært Transfermarkt, so er málverjin ikki skrásettur fyri nógvar dystir á høgum stigi. Hann hevur spælt 12 dystir í bestu norsku deildini. Tann fyrsta í 2017, síðani átta í 2018 og so tríggjar í 2020. Hann hevur spælt nakrar dystir fyri eykaliðið hjá Brann hesi árini.

Sambært Bergensavisen, so hevur hann eisini havt sera nógvar skaðar seinnu árini. Miðilin hevur lýst málverjan sum kanska óhepnasta málverjan í Norður-Evropa.

– Nú eri eg troyttur av øllum skaðunum. Tað hevur verið so nógv og tað hevur ikki verið smáting heldur. Grad trý skaða í lærkrikanum, sum mátti skurðviðgerast, skurðviðger í knænum, skuðviðger í lítlafingri, tveir heilaskjálvtar, segði málverjin við Bergenavisen í august. Harafturat skrivar miðilin um trupulleikar við rygginum í 2022.

Venjarin hjá Brann segði soleiðis síðst í august.

- Eg fái ilt av leikaranum. Eg veit, at hann kann verða ein fantastiskur málverji, men hann fær ikki víst tað, tí tað hevur verið endaleys søga av skaðum, segði Eirik Horneland við Bergensavisen.

Tað er sostatt okkurt sum bendur á, at tað er ein váði, sum KÍ tekur á málmansøkinum í ár við tveimum málverjum, ið hava havt nógvar skaðar seinnu árini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…
Valevnir og fótbóltsformenn vitja Norðlý…
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna