Lýsing
Lýsing
Lars Rebien Sørensen, formaður fyri Novo Nordisk-grunnin

Kjarnorka er framtíðin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.01.2023 - 09:00 Politikkur Tíðindi Vinna

Danmark hevur fokuserað alt ov nógv upp á vindmyllur og ov lítið upp á kjarnorku, sigur Lars Rebien Sørensen, formaður fyri Novo Nordisk-grunnin. Hann talar samstundis við stórum bókstavum ímóti teimum størstu orkufyritøkunum í Danmark, herundir Vestas og CIP.

 

Lars Rebien Sørensen heldur, at Danmark kann gerast ein stórur aktørur í heimshøpi, tá tað kemur til atomkraft ella kjarnorku. Men nakrar fáar fyritøkur, ið ikki hugsa tann vegin, hava alt ov stóra ávirkan á førda orkupolitikkin, sigur hann. Tær fokusera uppá vindmyllur á sjónum og næstan bara tað, og tað er ov lítið framskygt.

Talan er um fyritøkurnar Vestas, Copenhagen Infrastructure Partners, Ørsted og Pension Danmark, ið fáa eina breiðsíðu frá Novo Nordisk-grunnsformanninum. Tær forvinna sjálvar pening uppá vindmyllur á sjónum, og tí eru tær ikki opnar fyri øðrum møguleikum.

Hervið sigur Lars Rebien Sørensen beinleiðis, at nevndu 4 fyritøkurnar stýra tí danska orkupolitikkinum, og at tað er ein trupulleiki, tí kjarnorka hevði verið ein nógv meira framskygdur møguleiki at satsað uppá. Hann mælir til at gevast við tabu’inum, ið er rundan um kjarnorku, og sigur tað vera eina vanlukku, at Týskland hevur avviklað so mong kjarnorkuverk.

Nú standa vit og mangla orkuna, sum vit kundu havt, um bert vit góvu kjarnorkuni ein kjans, er boðskapurin, ið m.a. panelið hjá Finans viðgjørdi 26. januar. Útsøgnin vakti nógvan ans í Danmark.

 

Kelda: https://finans.dk/podcast/ECE14902641/skal-danmark-have-atomkraft-nu-aabner-tidligere-novo-nordisktopchef-for-kontroversiel-debat/

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…