Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ægir luttók í RIG í Reykjavík 

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.01.2023 - 18:29 Ítrottur Tíðindi

Í vikuskiftinum luttók Ægir í kappingini Reykjavík International Games. Ægir hópurin fór avstað longu mánadagin í farnu viku, har okkara íðkarir dúgliga hava vænt dagarnir uppundir kappingina. 

 

Ægir fekk sera góð úrslit, og var mest vinnandi føroyska felagið og samanlagt nr. 7 av 15 londum. 

 


Tey sum luttóku vóru: 

  • Lea Osberg Højsted 
  • Lea Petersen 
  • Róa Trygvadóttir 
  • Ragnhild Jacobsen 
  • Rebecca Jacobsen 
  • Tórir Olsen 
  • Snorri Fríðheim Mortensen 
  • Hanus Lydersen 
  • Durita Mohr Askham 
  • Heini Mohr Askham 
  • Jonna Joensen 
  • Líggjas Joensen 

 

Hesi fingu øll persónlig met, og Líggjas Joensen bleiv heiðraður fyri besta avrik av øllum í yngra bólkinum, har hann í 1500 frí vann gull í tí opna og yngra bólkinum við tíðini 16:47:36, og gav honum 646 FINA stig. 

Lea Osberg Højsted svam seg fríggjakvøldi til eitt flott føroyskt met og juniormet í 50 bringu við tíðini 34.31. Ásbjørg Hjelm átti føroyska metið, sum var 34.45 frá FM á langgeil í 2017, umframt juniormetið á 34.61 frá Reykjavík International 2015. 

Samanlagt fekk Ægir 13 heiðursmerkir við sær heim aftur. Eitt gull og fýra bronsu í opna bólkinum og fimm gull og tríggjar bronsu í yngra bólkinum. 

Samanumtikið ein sera væleydna kapping hjá Ægir. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB