Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sorgarsøgan um Ráfiskagrunnin frá 1975

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  01.02.2023 - 09:47 Mentan Politikkur Vinna

Á sumri í 1975 varð alt landið lagt lamið, tí útróðrarmenn vóru ónøgdir við lágu og svingandi fiskaprísirnar. Tí blokeraðu teir kring alt landið m.a. vegir, strandferðslu, bankar o.a. Myndin er tikin av vágni í Klaksvík, har útróðrarbátar royndu at blokera fyri allari ferðslu inn og út av vágni.

 

Útróðrarverkfallið vardi í fleiri dagar og endaði við, at Ráfiskagrunnurin varð settur á stovn, sum upprunaliga skuldi tryggja útróðrarmonnum javnari fiskaprísir. Grunnurin skuldi í høvuðsheitum virka soleiðis, at rindast skuldi inn í grunnin, tá fiskaprísurin var høgur, og rindast skuldi úr grunninum, tá prísirnir vóru lágir.

Og hvussu royndist so hesin grunnurin útróðrarmonnum? Stutta svarið er, at hann gjørdist ein katastrofa fyri teir. Tann 1. januar í 1977 settu flest øll lond fiskimarkið út á 200 fjórðingar, og tá kom størsti parturin av føroyska trolaraflotanum undir Føroyar at royna. Nógvir av hesum trolarum fóru at fiska fiskasløg sum t.d. kongafisk, sum lítil og ongin prísur fekst fyri. Tí lat Ráfiskagrunnurin nógvan stuðul til prísin á hesum fiskasløgum, meðan toskur, sum útróðrarbátarnir fiskaðu, rindaði inn í grunnin. Tískil fingu útróðrarmenn ein lægri prís, enn teir annars høvdu fingið.

So ístaðin fyri at virka prísjavnandi kom Ráfiskagrunnurin at virka sum ein stuðulsgrunnur, har tað almenna rindaði ein størri og størri part av fiskaprísunum, sum bestemt ikki tænti útróðrarmonnum.

Ráfiskagrunnurin kom, sum árini gingu, at kosta tí almenna nógvar pengar, og stutt undan kreppuni í 1990 unum rindaði tað almenna útivið hálva milliard um árið í alskyns studningum til fiskivinnuna á sjógvi og landi. Hetta kundi ikki halda fram, og tí blivu flest allir studningar tiknar av eftir stuttari tíð. Samstundis var fiskaloysi undir Føroyum, sum Ráfiskagrunnurin helst eisini sín part av skyldini av, tí tað hevði loyst seg at fiska við einum størri veiðistrýsti, enn fiskastovnarnir kundu bera.

Tískil bleiv Ráfiskagrunnurin, sum útróðrarmenn fingu settan á stovn við útróðrarverkfallinum, ein sorgarsøga fyri júst somu menn og sum heild fyri alt tað føroyska samfelagið.

Óla Jákup Dragaberg lænti mær myndina. Tíverri er myndagóðskan ikki tann besta.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark