Lýsing
Lýsing
Oljufeløgini og oljuleiting undir Føroyum er avgjørt ikki nakað, vit skulu ræðast í sambandi við grøna orkuskiftið, siga Jan Müller og stjórin á Jarðfeingi mestsum við ein munn | Mynd: kvf.fo

Nýggjur áhugi fyri oljuleiting undir Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.02.2023 - 08:10 Politikkur Tíðindi Vinna

Geopolitiska støðan í ár 2022-23 ger, at Føroyar aftur eru vorðnar áhugaverdar fyri oljufeløg. Ongin leiting eftir olju hevur verið undir Føroyum í mong ár, men nú er áhugin brádliga kyknaður aftur.

 

Síðani føroyska undirgrundin bleiv yvirtikin av stjórnini hjá Atla Dam í 1992, hevur verið áhugi fyri oljuleiting undir Føroyum, og í 1998 varð av álvara byrjað. Fyrsta útboðið var í 2000. Úrslitini hava tó ongantíð verið sum vónað, og tí minkaði áhugin eisini. Í 2016 fór tað seinasta oljufelagið úr aftur Føroyum.

Stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe, sigur, at føroyska samfelagið fer at verða tengt at olju í heilt nógv ár afturat, og nevnir fiskiflotan sum ítøkiligt dømi og leggur afturat, at sama støða ger seg galdandi í øllum vesturheiminum. Tað verður long tíð, til kolvetni verður heilt útfasað, og til ta tíð mugu vit sostatt hava olju.

Við Dagur og Viku segði Jan Müller, ið hevur fylgt væl við viðvíkjandi olju í føroyskum øki seinastu mongu árini, at oljufeløgini uttan iva eisini vera ein týðandi viðspælari í grøna orkuskiftinum. Millum annað nevndi hann, at olju- og gassfeløgini seta nógvar pengar av til millum annað vindorku og elektrifisering.

Við øðrum orðum hava fyritøkurnar, sum í dag fáast við fossila orku, bæði ráð, førleikar, insitament og týdningarmest viljan til at vera við í grøna orkuskiftinum. Tað stutta av tí langa er tí, at oljufeløgini ikki eru nakar mótspælari og so avgjørt ongin fíggindi, tá tað kemur til grøna orkuumlegging.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…