Lýsing
Lýsing
Lýsing

Íverkseta nýggja matarskipan

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  02.02.2023 - 13:20 Tíðindi

Heilsunevndin, sum varð sett á stovn hetta valskeiðið, tók á heysti í 2021 stig til at lýsa og kanna møguleikarnar fyri, hvussu ein møgulig matarskipan kann verða sett í verk á Skúlatrøð. Ein arbeiðsbólkur, sum varð fjølbroytt umboðaður, hevur síðan arbeitt við einum áliti, sum avvarðandi nevndir í býráðnum hava viðgjørt og samtykt.

 

Arbeiðið er nú komið so mikið langt, at søkt verður eftir einum kostfakligum starvsfólki, sum kann samskipa tilgongdina.

Forkvinnan í heilsunevndini, Annika S. Biskopstø, sigur, at uppgávan hjá starvsfólkinum verður at útvega børnum og ungum fjølbroyttan og heilsugóðan mat. Harumframt at taka sær av ymiskum praktiskum og somuleiðis at menna ein mat- og máltíðarpolitikk.

-Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at kommunan áhaldandi raðfestir átøk, sum gevur børnum og ungum orku og megi í gerandisdegnum.

-Tað hevur stóran týdning, at børn okkara eta sunt og kenna seg mett og væl sett, tá tey eru í skúla, soleiðis at tey kunnu nýta orkuna til at læra, mennast, hugsavna seg og vera kreativ. Tí gleðist eg um, at heilsunevndin hevur fingið undirtøku at raðfesta eitt átak, sum eg meti eisini viðvirkar til trivnað og menning, samstundis sum tað eisini verður hugsað grønt í mun til gagnnýtslu av mati.

-At hugsa meira umhvørvisvinarligt og burðardygt í mun til matvørur, kann eisini bara viðvirka til, at størri fokus verður á matvørur, sum longu eru og eisini kunnu dyrkast í nærumhvørvinum. Menningin tann vegin styrkir heilt sikkurt eisini felagsskapin og máltíðina, sum somuleiðis er sosialt heilsufremjandi.

-Talan er um eitt nýtt og spennandi starv. Eg síggi góðar møguleikar fyri menning á hesum økinum, tí verður tað spennandi at fylgja gongdini, har kostfakligt starvsfólk saman við øðrum í arbeiðsumhvørvinum, fer at gera hugskot til veruleika, sigur Annika S. Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini.

Freistin at søkja starvið er 8. februar. Til ber at lesa meira um starvið her: Kostfakligt starvsfólk og samskipari á Skúlatrøð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…