Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upphiting til Torradagar í Klaksvík

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  02.02.2023 - 15:00 Mentan Tíðindi

Í ár verða Torradagarnir hildnir í Klaksvík 20. – 25. februar. Við støði í fiski og fiskivinnu verður skipað fyri ymiskum hugnaligum tiltøkum við frásagnum, framløgum framsýningum, fiskivinnutingi og hugnaligum kaffipráti, har nógv áhugavert kemur fram.

 

Í Smæruni verður greitt frá hugtakinum at fara til lands á Íslandi. Jóna Skorheim greiðir frá um barnadagar á Trøllanesi og Helgi Jacobsen greiðir frá søguni um Skálanes.

Á Bókasavninum greiðir Hans Andrias Sølvará frá um Katlarnar og Tingstaðin í Vági -um týdning teirra í teirra samtíð við nøkrum dømum um dómar, har eru feldir. Høv í Norðuroyggjum, sum Bjørgfinnur Nielsen greiðir frá.

Eisini verða tiltak fyri børnum og bindikafé á Bókasavninum. Tónlistaskúlin hevur konsert og á Gamla Seglhúsið verður listaframsýning við Frits Johannesen.

Í Miðhøllini verður søgan um Sjómanskvinnuringarnar søgd av Torleif Johannesen. Týðandi leikluturin hjá Føroyingahavnin verður umrøddur av Aksel V. Johannesen, løgmanni og Henrik Old, sum hava verið har í hvør sínum ørindum.

Eisini verður Fiskivinnuting, har helst verður trivið í samhandil við Russland, fiskivinnutreytir, kvotabýti, uppisjóvarvinnuna o.a. Jón Brian Hvidtfeldt er vertur.

Hósdagakaféin í Betesda verður eisini á skrá, har John Høj og Jógvan við Keldu greiða frá m.a. menningarsøga Klaksvíkar, har Kjølbro tók stig til m.a. Klaksvíkar Hermetik og so nógv annað. Har vera frásøgubrot um tiltøk, sum løgdu lunnar undir menning av Klaksvík í fyrru hálvu av 20. øld og fram til okkara dagar. 17 sangara syngja til hetta høvið.

Á Café Gloriu verður stóra Fiskaborðið, har tú kanst velja millum fleiri fiskarættir, lyppir, kjálkar, knettir, frikadellir, saltfisk, feskan og ræstan fisk, livur og rogn, laks og annað. Eisini verður kaffi/te og køkur.

Eisini verður ein minnis-listaframsýning í Spinnarínum við Amariel Norðoy og Óla P. Stigtakara til spinnaríið fara at greiða frá ætlanum sínum.

Málkafé, sum Reyði Krossur skipar fyri, verður á Bókasavninum. Framsýning og søla av føroyskt framleiddum vørum úr leir- toy- tógv- træ- horn- og stálarbeiði, umframt cafá verður í Skálanum.

Í Húsinum verður Perluskeið við Elin. Leygardagin verður Torrarenning, sum Treysti skipar fyri.

Í Miðhøllini greiða Annika S. Biskopstø og Annbjørg Abrahamsen undir felagsheitinum «Lívið umborð» frá kanningum, tær hava gjørt hvør í sínum lagi. Onnur um skifti millum heimið og skipið og hin um møði, og vandar, ið kunnu standast av ov lítlum svøvni.

Matiné verður í Christianskirkjan leygarmorgunin og matstovurnar í býnum hava nógv at bjóða alla vikuna – helst verður okkurt tónleikainnslag eisini.

Torri er heitið, í gamla føroyska álmanakkanum, fyri næsta mánaðinum í árinum - roknað frá tendring síðst í januar til næstu tendring.  Hesa tíðina verður eisini tosað um torrafisk, torraleiðir, torrahýsu og -tosk, ið tá kemur inn á grunnin at gýta – nú fiskurin hevur rogn. Tað er manna søgn, at ravnur troðast í torra, verpur í gø og klekir í einmánaði – Nøvnini á hesum trimum mánaðunum eftir jóla.
 

Tit, sum ynskja okkurt á skrá eru vælkomin at gera vart við tykkum á dw@klaksvik.fo

Heiti, staðseting, klokkan, ein stubba við mynd um tiltakið at seta í Torrablaðið, sum hevur deadline fríggjadagin 10. februar 2023.

Við ynski um góðar Torradagar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…