
SEV eigur at hava fleiri sjálvstøðugar elveitingar
Tað er ilt at fáa eyga á nakran fyrimun av, at meginparturin av Føroyum er avhangigur av Sundsverkinum. Vansin hevur hinvegin ongantíð verið so týðiligur sum í dag, nevniliga at nærum allar Føroyar missa streymin samstundis, hóast tað ikki er neyðugt, og tað í sera langa tíð eisini. At Suðuroyggin er relativt sjálvstøðug, tá tað kemur til streym, hevur verið oynni til fyrimunar.
Norðlýsið hevur verið í sambandi við lesara, ið hevur fylgt væl við gjøgnum árini, tá tað kemur til streymveiting, og sum sigur, at tað ikki er hent nakrantíð áður, at Klaksvíkin hevur ligið í streymloysi í hálvan fjórða tíma, sum hon gjørdi í nátt. Klaksvík fekk ravmagn í 1931, og tey lokalu streymslitini, ið hava verið, hava verið væl styttri enn tað. Frá 1931 og fram til 1990’ini var tað vanliga 15-20 minuttir av streymloysi í senn, og tá streymurin fór aðrastaðni í núverandi meginøkinum, merktist bara eitt blunk í Klaksvík.
Høvuðsorsøkin var, at el-linjurnar lógu lágt í lendinum og fingu tí sjáldan brek, uttan í ekstremum førum. Tá SEV yvirtók Klaksvíkar Elverk, var avtalan annars greið: Strond skuldi altíð hava mátt til at forsýna Klaksvík og Norðoyggjar.
So kann man spyrja, hví tað kortini varð gjørt, at nærum allar Føroyar eru avhangigar av Sundsverkinum burturav. Svarið tykist bara at snúgva seg um pengar. Fyrst varð vaktin á Strond send til hús fyri at spara nakrar krónur í vaktarpengum, og tað er ikki áhugavert sum arbeiðspláss hjá yngri maskinmeistara. Í dag hoyrir onki fast mannskap til elverkið á Strond, og tað man vera týðiligt fyri øllum, at hetta er eitt stórt afturstig.
Nærum allur mátturin hjá SEV er í dag samlaður á sama staði rundan um Suðurstreym, t.e. Sundsverkið og vindmylnulundirnar. Vaktsentralurin hjá SEV, ið áður var á Fossáverkinum, er í dag í kjallaranum á SEV-kontórinum við Landavegin í Tórshavn. Og at onki fast mannskap er, ger, at tá streymslit er, mugu fólk kallast inn til arbeiðs; nakað sum sjálvandi leingir um tíðina, sum eitt streymslit varar.
Tíðin er nú komin til, at Landnyrðingsføroyar, ið sum kunnugt hava ein risastóran part av framleiðslu landsins, krevja, at sjálvstøðugur el-máttur eisini er í norðara og eystara parti av Føroyum. Kommunurnar í Norðoyggjum, Fuglafjarðar Kommuna, Runavíkar Kommuna og Eysturkommuna kundu hóskandi farið í samstarv um felags el-net, ið kundi virkað sjálvstøðugt, tá tað varð neyðugt. Sjálvandi við fastari manning og tilbúgving fyri økið, so skjótt kann setast inn, tá á stendur.
Kommunurnar eiga SEV, og kommunurnar norðanfyri eiga at gera sína ávirkan galdandi fyri, at streymurin ikki fer nærum alla staðni, bara tí eitt einstakt knútapunkt verður slitið. Og síðani eigur eigur føst manning við døgnvakt at verða sett at standa fyri el-veitingini norðanfyri og eystanfyri, so streymslitini kunnu loysast munandi skjótari, tá ið tey íkoma.
Ódnir hava altíð verið í Føroyum og fara altíð at raka. Streymveitingin má innrættast hareftir, so borgarar og vinnulív hava eina ávísa trygd fyri streymveiting.
Hon er ikki nóg góð í dag.