Lýsing
Lýsing
Føroyar eru ikki limir í ES, men alsamt fleiri ES-fyriskipanir verða settar í gildi fyri Føroyar kortini. Ansa vit ikki eftir, kunnu Føroyar gerast eitt ES-satellitland uttan atkvøðurætt | Mynd: Føroya Landsstýri

Føroyar inn í ES gjøgnum bakdyrnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.02.2023 - 10:00 Leiðarin Politikkur Vinna

Vit mugu ansa eftir, at kríggið í Ukraina ikki verður brúkt sum skálkaskjól hjá teimum kreftum, ið vilja hava Føroyar inn undir ES, enntá uttan at vit gerast limur, soleiðis at vit onki fáa at siga, hóast ES-reglurnar verða settar í gildi fyri okkum.

 

Fyrr í vikuni segði Mette Frederiksen, forsætisráðharri, í svari til Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu, at “Arbeitt verður við at knýta Føroyar nærri ES”. Róð hevur verið framundir, at einhvør handilsavtala við ES skal koma sum plástur uppá sárið, um tað eydnast at trýsta Føroyar úr Barentshavinum við at forða fyri, at fiskiveiðuavtalan við Russland verður longd eftir 2023. Tað var í hesum høpi, at spurningurin varð settur.

Lat tað verða sagt beinanvegin, at ES hevur ikki verið Føroyum nakar góður vinur. Sum tað eisini kom fram í spurninginum og svarinum til Onnu Falkenberg, hava Føroyar leingi skulað fingið betrað handilsviðurskifti við ES, men tað hevur bara drigið út og onki røkist fyri tí. Helst tí viljin í Bruxelles ikki er serliga stórur.

Vit minnast øll, at orsøkin til, at Føroyar og Russland víðkaðu samstarvið í 2013, nettupp var, tí ES gjørdi av at steingja sínar havnir fyri føroyskum skipum. Danmark var til lítla og onga hjálp tá, fyri ikki at siga als onga. Um tað var vegna skortandi vilja ella manglandi ávirkan, skal vera ósagt, og tað kann eisini gera tað sama. Myndin er púra greið: Missa vit russiska marknaðin, eru vit fullkomiliga í ES’sa makt, og tá hava vit onga staðni at fara, um ES aftur ger av at lata sínar havnir aftur fyri at revsa okkum.

Tað málið vísti eisini greitt, at skal Danmark velja millum at sýna loyalitet mótvegis ES ella Føroyum, so velja tey ES. Føroyar eru bara ein finna, meðan ES er svarti kongurin í tí talvinum, tað vita vit. Tí mugu vit vera meira enn bara vanliga varin og hava skálkin aftanfyri oyrað, nú arbeitt verður í korridorunum fyri at seta alsamt fleiri ES-fyriskipanir í verk fyri Føroyar.

Í skrivandi stund hava føroyskir myndugleikar eitt uppskot úr Danmark til viðgerðar, har ES-sanktiónir skulu setast í verk fyri Føroyar á ikki-yvirtiknum málsøkjum. Frammanundan eru nógvar væl og minni væl kamufleraðar ES-loysnir settar í verk fyri Føroyar. Sum eitt av mongum dømum kann nevnast føroyska koyrikortið. Í 2013 gjørdi ES av at stytta gildistíðina á sínum koyrikortum niður í 5-15 ár, og tað var ikki meira enn hálvtalað orð, so gjørdi okkara Akstova tað sama. Grundgevingin var ongin onnur enn tann, at ES hevði gjørt tað.

Soleiðis verða vit spakuliga lirkað inn í ES við at streymlinja okkara føroysku skipanir, soleiðis at tær samsvara við regluverkið í ES. Ein ES-fyriskipan fyri og onnur eftir, og feskasta dømið er so ES-sanktiónirnar, hesaferð við sjálvræðinum hjá Ukraina sum grundgeving, nakað sum sjálvandi ger tað torførari hjá føroyskum myndugleikum at siga nei.

Tað sama er longu, og fer framhaldandi at verða, brúkt sum jarnbrot fyri at uppsiga fiskiveiðuavtaluna við Russland frá 2024. Og “afturfyri” skulu vit bindast uppaftur tættari at ES, siga Mette Frederiksen og føroysku fólkatingslimirnir við ein munn, sum um tað var nakað gott.

Ansa vit føroyingar ikki sera væl eftir, kunnu vit enda sum partur av ES uttan atkvøðurætt. Og tað kann henda, áðrenn vit vita av tí.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin