Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: naturligtliv.dk

Veðrið til páskar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.03.2023 - 16:12 Tíðindi Veðrið

Næsta vika er dymbildagavikan – á donskum nevnd stillavika.

Veðurstova Føroya: Veðrið í byrjanini av vikuni verður tó ikki so stilt. Eitt brúgvalag við regni fer at koma beint ímóti Føroyum og raka okkum av útsynningi mánadagin.

Eitt lágtrýst yvir Norðuratlantshav gongur ímóti Føroyum, og við tí kemur regn og vindur. Tíbetur fer lágtrýstið víðari í landnyrðing týsdagin, og tað tekur regnið við sær.

Lágtrýstið og brúgvaløgini við Føroyar mánadagin seinnapartin og mánakvøldið, 3. apríl. Skipanin fer víðari eystureftir týsnáttina. Kelda: ECMWF 29032023 00z, regn og lufttrýst við havflatan.

Hóast forsagnirnar siga, at vit eftir tað fara at hava eitt tíðarskeið, har sum tey máttmiklu og djúpu lágtrýstini ikki fara at koma nær Føroyum, so fara vit allíkavæl at hava løtur við regni ella ælaveðri í døgunum fram til skírisdag.

Tað lýggja veðrið heldur tó fram. Hitalagið fer at liggja  millum 5 og 9 stig um dagin. Onkra løtu við sól kunnu vit eisini vænta, tó at loftið fyri ein stóran part fer at vera samdrigið.

Langafríggjadag fer eitt hátrýst at stinga seg norðureftir og leggja seg yvir Føroyar. Tá verður veðrið støðugt og stilt, og vit kunnu rokna við sól bæði fríggjadagin og leygardagin.

Páskadag og 2. páskadag kann veðrið fara at verða nakað heilt annað. 

Eitt stórt lágtrýstøki yvir Norðuratlantshav fer at ganga í landnyrðing ímóti Íslandi og fer at troka hátrýstið yvir Føroyar í landnyrðing og burtur frá Føroyum.

Tá fara Føroyar at liggja á markinum millum há- og lágtrýstini, og tað ber í løtuni ikki til at siga, hvørt av hesum fer at vinna á hinum. Kemur lágtrýstið nærri, fara vit at fáa vind og regn, men er hátrýstið nóg sterkt at halda lágtrýstinum vekk, fáa vit gott og friðarligt veður á páskum.

Gevið gætur, at forsagnirnar hava verið skiftandi í seinastuni – og tað er ikki so óvanligt um várið – sum nógv kann enn broytast til ta tíð.

Kelda: https://www.dmi.dk/vejrarkiv/normaler-faroerne/

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB