Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hampuligt veður í vikuni, sum kemur. Ikki nógvur vindur og løtur við klárum lofti og sól. Tað vera tó eisini onkrar løtur við regni ella ælaveðir. Hitin fer at liggja um 5 til 8 stig. | Mynd: Wikipedia Commons

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.04.2023 - 13:48 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum kemur, fer veðrið at vera heilt hampuligt. Ikki nógvur vindur og løtur við turrveðri og klárum lofti og sól. Tað vera tó eisini løtur, tá ið tað er skýggjað og regn ella ælaveður, teimum sleppa vit ikki undan.

Veðrið í vikuni, hetta til og við fríggjadagin:

Týsdagin:

Eitt lítið lot, mini enn 5 m/s, vestan, klárt fyri tað mesta og okkurt ælið. Um kvøldið lítið lot av ymsum ættum, klárt og turt. Hitin í dag fer at liggja millum 4 og 7 stig.

Mikudagin:

Eitt lítið lot at ymsum ættum, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað og turt. Seinnapartin frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, eystan, ádrigið og sum frálíður regn. Hitin í morgin millum 5 og 8 stig.

Hósdagin:

Lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, eystan, smáskýggjað og ælaveður. Seinnapartin hækkar hann upp í landnyrðing og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, smáskýggjað ella klárt og turt fyri tað mesta. Hitin hósdagin millum 5 og 8 stig.

Fríggjadagin:

Eitt lítið lot, undir 5 m/s, av landnyrðing og eystri, smáskýggjað og ælaveður. Hitin fríggjadagin millum 4 og 7 stig.    

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør