Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ágangurin úr miðstaðarøkinum má halda uppat

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.05.2023 - 10:30 Leiðarin Politikkur

Afturi í 1898 tóku virkisfýsnir norðoyingar lógvatak saman við eysturoyingum og fingu sett á stovn fyrsta sjúkrahúsið uttanfyri høvuðsstaðin. Síðani tá hevur Klaksvíkar Sjúkrahús verið tryggleikin hjá øllum norðoyingum og nógvum eysturoyingum. Men nærum líka leingi hevur tað verið ein tornur í eygunum hjá fleiri í miðstaðarøkinum, sum illa tola, at ikki øll játtanin til heilsuverkið fellir niður í Suðurstreymoy. 

 

 

So nógv orka og eldhugi er løgd í at menna teir fáu almennu stovnarnar, sum eru í norðara partinum av Føroyum, at tað er sum at fáa ein knív í hjartað, hvørja ferð sterkar politiskar kreftir í Havn tosa um at niðurleggja, sundurliða og niðurlaga virksemið, sum norðoyingar hava stríðst fyri at fáa upp at standa, og flyta tað suður til sín sjálvs. 

Hesin ágangurin á Norðoyggjar og norðurøkið í Føroyum hevur verið harður og ikki sørt órættvísur. Norðoyingar fáa avgjørt ikki meira á fíggjarlógini, enn fólkatalið rættvísger, og eysturoyingar fáa uppaftur minni, enn teimum tilkemur, í sín part. Hví er tað so illa unt? Vit gjalda tað sama í skatti sum øll onnur, men eru fyri grovum vanbýti, tá tað kemur til almennar stovnar og tænastur til norðoyingar. 

Nú 125 ár síðani, at sjálvbjargnishugsandi norðoyingar tóku saman lógvatak við sjálvbjargnishugsandi eysturoyingum og fingu stovnsett Klaksvíkar Sjúkrahús við privatum innsavningum, hava eysturoyingar og klaksvíkingar aftur tikið lógvatak um sjúkrahúsið. Hesa ferð vil vinnulívið í Fuglafirði, Leirvík og Klaksvík fegið lata ein MR-skannara, virði 13 milliónir, til Klaksvíkar Sjúkrahús. 

Men tað var ikki meira enn hálvtalað orð, so stóðu 3 politikarar úr Havn í studio í Sortudíki og sáddu mistreysti. Tað var nevniliga als ikki vist, at Landsstýrið fór at lata Klaksvíkar Sjúkrahús taka av gávuni. Stjórin fyri sjúkrahúsverkið var annars sera glaður fyri gávuna, men tordi heldur ikki at lova, at tikið fór at verða av, ivaleyst tí politikararnir frammanundan høvdu sátt hetta mistreystið, og hann ikki vil tala Roma ímóti. 

Í 2010 mistu Norðoyggjar føðideildina. Sparingin var lítil og ongin – undir eina millión –, og skilið hevur verið ringt síðani tá. Vit hava mist talið av barnakonum, ið nú føða við vegjaðaran á veg suður á Landssjúkrahúsið, onkur teirra á busssteðgiplássi. Somuleiðis hevur verið eitt sterkt ynski um at fáa dialysu á Klaksvíkar Sjúkrahús, men aftur har mótarbeiðir miðstaðurin og krevur, at øll skulu til Havnar til dialysu. Nakað sum er ótrúliga strævið at skula fleiri ferðir um vikuna. 

Tá Norðoyatunnilin læt upp, var væntanin at hava meira menning og samstarv tvørtur um Leirvíksfjørð. Og samstarvið við Eysturoynna gjørdist eisini uppaftur betri eftir Norðoyatunnilin, sum væntað og ætlað. Men miðskeiðis í Føroyum er tónin ein heilt annar. Har verður Norðoyatunnilin brúktur sum grundgeving fyri at køva, niðurleggja og krevja alt til Havnar. 

Hetta má halda uppat. Landsstýrið má og skal gera tað einasta rætta – ið er at taka ímóti gávuni frá vinnulívinum eystan- og norðanfyri til Klaksvíkar Sjúkrahús –, og so eigur friður at valda. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…