Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður á toppfund í Evropeiska ráðnum

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  15.05.2023 - 06:29 Politikkur Tíðindaskriv

Í morgin og mikudagin luttekur løgmaður á toppfundi hjá Evropeiska ráðnum, sum verður hildin í Íslandi. Ovast á dagsskránni er russiska innrásin í Ukraina. Saman við stjórnarleiðararum úr øllum Evropa fer løgmaður at taka lut í ymiskum orðaskiftum í Reykjavík.

 

Skifta orð við stjórnarleiðarar

"Tað hevur stóran týdning fyri okkum at vera virkin á øllum pallum, har trygdarpolitiska kósin komandi árini verður stungin út í kortið. Eg gleði meg at taka lut og skifta orð við aðrar stjórnarleiðarar um fleiri viðkomandi mál," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Miðvísur føroyskur trygdar- og verjupolitikkur

Løgmaður heldur, at tørvurin á einum miðvísum føroyskum trygdar- og verjupolitikki er stórur. Hann væntar eisini, at júst trygdar- og verjumál fara at standa ovarlaga í politiska orðaskiftinum í Føroyum frameftir.

"Longu áðrenn russisku innrásina í Ukraina var trygdarpolitikkur aftur eitt evni, sum setti sín dám á politiska orðaskiftið í Føroyum, og hetta hevur bara tikið dik á seg seinasta árið. Eg vænti, at trygdarpolitikkur fer at fylla nógv í føroyskum politikki komandi árini", vísir løgmaður á.

 

Bara fjórðu ferð

Hetta er bara fjórðu ferð í 74 ára gomlu søguni hjá Evropeiska ráðnum, at stjórnarleiðararnir í limalondunum hittast. Á fundinum í Reykjavík verða í alt 900 útlendsk umboð fyri tær ymisku stjórnirnar og millum 300 til 500 miðlafólk.

 

Visti tú, at...
Evropeiska ráðið bleiv stovnað stutt eftir seinna veraldarbardaga. Kjarnuvirðini eru mannarættindi, fólkaræði og ein heimsskipan, ið er grundað á altjóða lóg.  Tað eru í løtuni 46 limalond og fimm eygleiðaralond í Evropeiska ráðnum. Øll londini í Evropa eru limir, fyriuttan Hvítarussland, Russland og Kosovo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð