Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kósin er sett

SKRIVAÐ: Tjóðveldi  |  22.05.2023 - 07:30 Politikkur Tíðindaskriv

– Yvirlýsing Tjóðveldis á flokstingi heima á Sandi 19. og 20. mai 2023

 

 

Tjóðveldi er aftur í stjórn. Blokkurin minkar við 100 milliónum. Tvær yvirtøkur eru framdar og fleiri eru ávegis. Virðini verða javnari býtt, og valdið verður flutt til fólkið.

Eftir einans fimm mánaðir í stjórn síggja vit longu, at Føroyar eru eitt meira javnsett, samhaldsfast og sjálvbjargni samfelag.

Saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn eru vit aftur á rættari kós.

***

Okkara politikkur minkar um gjónna millum ættarlið, stættir og øki í Føroyum.

Vit eru millum ríkastu tjóðir í heiminum. Við broytingunum í veiðigjøldunum og tøkugjøldunum kemur hetta ríkidømið nú øllum føroyingum til góða.

Vit lovaðu láglønarbólkunum á vælferðarøkinum eitt lønarlyft. Tað kemur nú. Vit lovaðu fleiri bústaðir til fólkið. Tað verður veruleiki nú. Vit lovaðu lág- og miðalløntum ein skattalætta. Hann kemur á nýggjárinum. Ferð verður sett á grøna orkuskiftið.

Samstundis tryggja vit við einum vælvirkandi búskapargrunni ein haldføran búskap, so komandi ættarlið eisini kunnu vaksa upp í einum samhaldsføstum og frælsum Føroyum.

***

Vit taka ábyrgd á uttanríkispolitiska økinum. Loftrúmið verður yvirtikið í næstum – og við tí taka vit eisini ræðið á loftferðslu og -eftirliti.

Føroyar hava sína egnu støðu og sína egnu rødd mótvegis umheiminum. Vit hava gjørt greitt, at vit føra okkara egna verju- og trygdarpolitikk.

Onki um okkum uttan um okkum.

***

Vit skulu verja føroyska málið. Føroyskt skal inn á talgildar pallar, føroyskt miðlatilfar verður raðfest og fjølmiðlalandslagið verður styrkt. Møguleikarnir fyri bæði yrkis- og áhugalist skulu bøtast.

Hetta - okkara mál, mentan og samleiki - er tað, sum bindur okkum saman sum tjóð og fólk.

***

Vit skulu gerast leys av útlendskum valdi og pengum. Vit skulu tryggja savningarmegi og javnrættindi fyri hvønn einstakan.

Hetta skal kjølfestast í einari føroyskari grundlóg.

Samtykt á flokstingið á Sandi 20. mai 2023

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…