Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Russiskur toskur floymir inn á EU-marknaðin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.06.2023 - 07:40 Politikkur Tíðindi Vinna

At fyrigykla sær, at Bruxelles vil steðga innflutningi av russiskum toski og Alaska Pollock er sera veruleikafjart, sigur Jóannes Martin Hansen stjóri á Manage Ltd

Jóannes Martin Hansen er stjóri á Manage Ltd, sum heldur til í Litava. Fyritøka hansara framleiðir fisk til marknað. Tað var eisini Jóannes Martin Hansen, ið hýsti ukrainskum flóttum á virki sínum, tá kríggi millum Russland og Ukraina brast á. Hann skrivar soleiðis á sín facebook vanga.
 

Eg sá nú ein dagin Kaj Johannesen frá Enniberg nevna fallandi toskaprísir í Spania, av tí at russiskur toskur floymir inn á EU-marknaðin.

 Hettar er púra rætt.

Vit, sum eru framleiðarir, eitt nú í Litava og í Pólandi av toska- og upsaúrdráttum, kunnu ikki klára kappingina við teir russisku prísirnar, sum fyri nakkastykkir/loins úr toski hava ligið um 20-25% undir, hvat vit klára at framleiða við teim prísum, sum eru fyri norska rávøru.

Eitt nú til páskirnar, floymdi tað við bíligum nakkastykkjum úr toski inn á marknaðin.

Hettar kom óvart á, men vøran var á goymslu í Hollandi, og bert fáir keyparar visti av henni.

Hesir lágu prísirnir eru so aftur við til at fáa prísin fyri nakkastykkir úr upsa niður á eitt lægri støði, men her er so prísurin fallin eini 10-15%.

À blokk-marknaðinum síggja vit tað sama.

Her kemur bíligur Alaska Pollock blokkur úr Kina inn til EU, har rávøran er russisk, men framleidd í Kina.

Bitablokkurin úr upsa er fallin eini 15-20% í ár samanborið við prísirnar í 2022. Av tí at prísvøkstur á neyðsynjarvørum rakar meint ta "vanligu" familjuna í EU, so verður leitað eftir tí, sum er bíligt at eta.

Aldi og Lidl hava lagt trýst á framleiðarar av raspaðum vørum um at fara 25-30% niður í prísi, tí sølan í keypsskálunum er fallin munandi í 2022.

Hettar er støðumyndin í dag.

At fyrigykla sær, at Bruxelles vil steðga innflutningi av russiskum toski og Alaska Pollock er sera veruleikafjart.

Tað eru tær stóru handilsketurnar sum Lidl, Aldi, Carrefour vm, sum hava sinar lobbyistar í Bruxelles, sum seta dagsskránna.

Ikki øvugt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Soli Deo Gloria á Norð­oyastevn…
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Kjøt til norð­oyastevnu? 
Forkunnug og rørandi framsýning í Varpin…
Norð­oyastevna: Morgunmatur til setanina
Pylsuhugni í miðbýnum
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Theresa vitjar Norðlýsið
Endur­nýtslan er stongd leygar­dagin
Norð­oyastevnucafé í Varpinum
Vælkomin Aksel Bendtsen !
Team Klaksvík er umboðað á U16-landsliðn…
Framsýning við Arnold Vegghamar í Varpin…
Her er startrøðin til kappróðu­rin á Norð…
Norð­oyastevna: Livandi framsýning av før…
VIDEO: Góð mál frá 1/­3 av lands­kappingin…
Magnus Powell hevur nú 50 dystir uttan t…
Omanlop millum Hiplingardal og Góðadal
Tríggir ferðaleiðarar tiknir
Summarskeið í para-judo gevur børnum try…
Lýsing