Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: KÍ-AB

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.06.2023 - 07:52 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld verður landskappingardystur á Norðoyastevnu millum oddaliðið og botnliðið.

Á pappírinum er KÍ stórfavorittur, tí AB hevur bara eitt stig og hevur bara skorað tvey mál. Men AB er eitt lið, sum mangan hevur argað, tá fólk minst vænta tað. Klaksvíkingar minnast í 2016, tá AB vann á KÍ í endaspurtinum, meðan AB mundi oylagt Norðoyastevnuna í 2019. Tá førdi AB 1-0 til yvirtíðina, har KÍ skoraði tvey mál. Síðsta sunnudag vísti AB móti B36, at tað á einum góðum degu býr nógv meir í liðnum enn stigatalvan sigur.

Hjá KÍ spældu Markus O. Pettersen, Jóannes K. Danielsen, Mads B. Mikkelsen og Patrick Da Silva ikki seinast. Møguleiki er fyri, at onkur av teimum verður hesaferð. Hjá AB hevur Marius K. Lindh ongan dyst spælt í ár og hann verður neyvan við hesaferð heldur.

Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjar kl. 19.00. Dómari verður Jákup Ø. Mohr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…