Lýsing
Lýsing
Annfinnur Heinesen | Mynd: Oliver Joensen

Klaksvík er ein heit, heimlig, og hugnalig kensla

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.06.2023 - 19:18 Mentan Tíðindi

segði Annfinnur Heinesen millum annað í miðnáttarrøðu sínari, sum vit prenta niðanfyri

 

 

Góðu klaksvíkingar, góðu norðoyingar, góðu norðoyastevnugestir.

Fyrradagin var eg, saman við øðrum góðum monnum, úti við veðrum, í so avbera vøkrum veðri.

Norðast á Kunoynni sótu vit og umrøddu ymisk evni til mína røðu:

Norðoyastevnan fyrr og nú. Kappróður. Barentshavið. Skuldarloftið. Skannarin.

Og meðan eg spikkuleraði uppá, um ikki Norðoyastevnan var eitt upplagt høvi at fegnast um, at sjúkrahúsleiðslan í Havn tíbetur kom til ta einastu røttu niðurstøðuna, og at vit tí, vegna allar føroyingar, kundu takka fyri hesa stórfingnu føðingardagsgávuna til Klaksvíkar Sjúkrahús, og hartil  rósa okkara lokala vinnulívi, sum altíð eru so hjálpsom, og fús at stuðla…

So vaknaði eg knappliga av einum jarmi, og varnaðist hvar eg var.

Seyðberg.

Og tá kom tað til mín!

Fitilendi. Gøðingarkálvurin. Hin burturvilsti seyðurin. Hin burturvilsti sonurin.

Sjálvandi!

Ja, eg veit væl, at Lukas kap 15 ikki hevur nakra orðing, um ein burturvilstan norðing.

Men myndin er faktisk ordiliga góð.

Tí hvørja ferð eg eri komin heimaftur, so havi eg altíð verið væl móttikin.

Tað er ein sovorðin heit kensla her í Klaksvík.

Eg dugi ikki ordiliga at forklára tað, men tað kennist eitt sindur sum at fara í einar góðar gamlar skóleistar. Tit skilja hvat eg meini. Ein sovorðin heit, og hugnalig, og heimlig kensla.

Man kennir hvønn krók, og man kennir hvørja kleyv.

Og fært tú eitt hugskot, so er tað so deiliga stutt frá tanka til handling, tí tað er so deiliga skjótt og lætt at koma í samband við fólk.

Gongur tú út eftir Klaksvíksvegnum, so kanst tú akkurát tað sama bara heilsa alla tíðina, tí tú kennir allíkavæl allar bilarnar.

Og fert tú í Brugsuna at keypa ein pakka av mjólk, so kemur tú kanska ikki heimaftur fyrr enn fleiri tímar seinni…

At búgva eitt sovorðið stað, gevur tryggleika og trivnað, av einum heilt serligum slag. Og sum gestur pjøvist man heldur ikki at hava serliga ”gløgg eygu” fyri at staðfesta, at tað er her tað skjer.

Tí tað grettir ikki, hvørja ferð man kemur norður gjøgnum bergholið, so er okkurt nýtt sett í verk. Okkurt er bygt, og okkurt annað er broytt, Nólsoyar Pálls hús, Mentanarhús, Húsarhaldsskúli, hallir og vallir og breytir, alt til tað betra. 

Ikki tí, vit sum vóru børn og ung í Klaksvík í 80 ´unum og 90´unum, vit høvdu tað gott, gamaní.

Men hyggja vit eftir menningini síðani tá, hava frambrotini verið stór, og av stórum týdningi.

Vit eru priviligeraði her norðuri, við einum sterkum og fjølbroyttum vinnulívi, sum tryggjar okkum lokalan vøkstur, og lokal arbeiðspláss.

Men, ikki tykkum at siga, krevst í dag annað og meira enn eitt gott starv, fyri at familjurnar skulu støðast. Har er ein greiður samanhangur, millum tænastur og tilboð, og so avgerðina um hvar fólk velja at seta búgv.

Í kappingini um skattaborgarnar mugu vit í dag útbyggja sambandið millum vinnu og vælferð, við nýggja sambandinum, millum mentanarvirksemi og menningar-møguleikar.

Gransking bendir á, at ein størri dentur á mentan og list, bæði innan skúlagátt og í samfelagnum annars, kann verða við til at skapa vøkstur til vinnulívið, umvegis nýhugsan og nýmenning, so vit ikki bara at varðveita gomul arbeiðspláss, men eisini skapa nýggj arbeiðspláss.

Nýggj starvsfólk. Nýggir førleikar. Nýggir arbeiðshættir. Nýggjar inntøkur. 

Hvør króna sum verður investerað í mentan, kemur fleirfalt aftur. 

Og visjonerir politikararar í Klaksvík vísa seg longu at hava fangað hetta.

Kanska var grannatjóðin fyri vestan ein góð fyrimynd?

Tí í verstu kreppuárum reistu íslendingar, mitt í Reykjavíkar miðbýi, ein stóran flottan tjóðpall.

Og tá eg, fyri nú skjótt nógvum árum síðani sá fyrstu tekningarnar av mentanarhúsinum, og Adelaborg Linklett loysti fyrsta flagið til tann dreymin vit høvdu droymt í áratíggjur… so hugsaði eg bara, OMG hetta verður gott!

Og tað ger tað bestemt ikki verri, at vit eru frammanfyri øll onnur. Tí meðan høvuðsstaðurin framvegis bíðar eftir Godot, ótolnast eftir einum tjóðpalli sum kanska ongantíð kemur…. so byggja Klaksvíkingar sær eitt stórt flott mentanarhús, fyri fleiri milljónir, mitt í miðbýnum!

So til øll tey sum kanska høvdu tann fordómin, at klaksvíkingar framvegis bara hugsa um fisk…

Nú mugu tit bara ásanna, at klaksvíkingar, ikki bara í kappróðri, og í fótbólti, og á øllum møguligum øðrum økjum, men opinbart eisini á mentanarøkinum, eru nummar eitt!

Ella sum borgarstjórin segði til setanina í morgun, meðan hann peikaði oman á tað sum hann rópti  flottasta kappróðrarneystið í heiminum…  ”Norðingar vilja bara verða best!”.

Vit eiga at takka Klaksvíkar Kommunu, sum setti sær fyri,  at vit skuldu hava eitt mentanarhús, og sum trúfast, ár um ár, hava játtað pengar, so Varpið kundi gerast veruleiki.

Eisini tá skuldin nærkaðist loftinum.

Og nú má eg siga nakað frekt…

Skít veri við skuldini!

Lántøka er neyðug!

Og skuld er okey!

Tí tað kann til eina og hvørja tíð forsvarast, at tað serliga eru tey komandi ættarliðini sum skulu rinda rokningina. Meini so við, fáa ungu skattgjaldarnir ikki størri gagn av íløgunum, enn tey eldru?

Góðir karmar rundanum um mentanarlívið, eru ein góð íløga. Og Ikki bara á excell-arkinum.

Ein lítil tjóð, við einum lítlum máli, hevur tørv á eini sterkari mentan.

Skulu vit megna at geva okkara fólki eitt gott kjølfesti í mentan, máli og søgu okkara, so hava vit eina skyldu til at halda okkara mentanarstovnar høgt í metum. 

Menningin av føroyskari sjálvsfatan og medviti er alneyðugt.

Og tað hevur absolutt onki við konservatismu ella nasjonalismu at gera. Tvørturímóti, er tað ein fortreyt, fyri at tú verður eitt búgvið og mentað menniskja, at tú hevur fast undir fótum.

At kenna seg sjálvan, og at hvíla í sær sjálvum, eru góðir eginleikar at hava við sær út í lívið, annaðhvørt vit eru heima, ella fara út í heim. Altjóðagerðin, samskiftismøguleikarnir, fremmand mál, mentanir og miðlar kunnu bera við sær nógv gott.  

Tað ræður bara um at lurta kritiskt, og at læra, fyri síðani sjálvur at taka støðu til, hvat er gagnligt at taka til sín, og kanska at varðveita…

Men uttan mentanarligt mótstøðuføri, verða vit lættliga tikin av fótum, Í hesum globala mainstream-meldri av óavmarkaðum møguleikum.

Eg vil pástanda, at tað sum skapar tær størstu stúranirnar hjá modernaða menniskjanum… tað er hvørki okkara søguliga tilvit, ella tjóðskaparkenslan, ella okkara Guðstrúgv, ella tradisjónirnar…

Nei, einsemið og óttin, meiningsloysi og mótloysi hjá modernaða menniskjanum… tey eru ein syrgilig avleiðing… fyrst og fremst av rótlóysi, og mentanartapi.

Mentan er mold, segði ein. Og mold er mentan.

Uttan gróðrarbotn kann einki festa rót, og spíra, og bera ávøkst.

Jú, sanniliga hava íløgur í okkara mentanarstovnar alstóran týdning.

Men fyri tað um eg eri nokkso kultur-konservativur, og meini at Mentanarhúsið eisini skal verða klassiskt uppalandi og dannandi… so vil onkur heilt annar, heilt víst… okkurt heilt annað…

Og tað er heilt ok.

Tí sjálvandi kann tað verða umstrítt, hvat tað er sum býr í okkum.

Og sjálvandi skulu vit verða opin fyri spurninginum um, hvat ein føroyingur er, ella hvørja leið vit sum samfelag skulu halda.

Tað er í mótstøðuni, millum meiningar, sum brótast og brýnast, at vit kunnu mennast, í felag.

Samanrenningin millum almennan mentaskap og fólksligan felagsskap gevur ongastaðni so góða meining, og hon er ongastaðni so umráðandi heldur, sum í okkara nærumhvørvi.

Tí tað er júst her, í okkara lokalsamfelagi, at vit hava mest brúk fyri at standa saman.

Ikki tykkum at siga, verður tað tí eisini okkara skylda, at vit tryggja okkum so breiðan ognarskap sum gjørligt, til tað felagslívið sum verður lagt í mentanarhúsið.

Og í so máta er gamla samkomuhúsið, eisini nevnt Dansistovan, sum var bygt í 1898, og sum lá beint um hornið, vestan fyri Atlantis, ein serstakliga góð fyrimynd. Har var alt jú hvørt um annað vavt. Fráhaldsrørsla, Háskúlafyrilestrar, Klaksvíkar Ítróttarfelag, Brøðrasamkoman og Heimamissjónin. Sjónleikur og dansur. Brúdleyp og veitslur. 

Og tað er júst her tit koma inn í myndina. Gott 100 ár seinni.

Tí skal Varpið gerast mentanarhúsið hjá okkum øllum, so mugu vit øll verða við, til mynda tað í felag.

Eitt fjølbroytt og livandi fólksins hús. Tónleikur, sjónleikur, dansur og sangur, felags sangløta fyri allar samkomur, framsýningar, framløgur, útiguðstænastur, kvøldsetur, eldrahugni, vinnutiltøk, ráðstevnur og fundir, verkstovur og skeið, klassiskt og rokkur, amatørar og professjonell, politiskir fundir og festivalar, fyrilestrar um fysik og kemi, og eg kundi blivið við… 

Eingin eigur mentanarhúsið. Tí ØLL eiga mentanarhúsið.

Hetta er, í stuttum, visjónin.

Og vónandi verður visjónin, við tykkara hjálp, veruleiki.

Men fyri líka at venda aftur til hatta við, at tað kann verða ein rættiliga góð «forrætning» at gera íløgur í mentan, so fer Varpið eisini at draga øll møgulig onnur fólk til sín, alla møguliga aðrastaðni frá. Tí har sum nógv áhugavert hendir, kemur nógv fólk til. Og tá fleiri fólk koma til, koma fleiri pengar í umfar, sum so aftur seta gongd í fleiri áhugaverd ting… sum draga fleiri fólk til sín….

Og so framvegis, og so framvegis…

Ein fjølbroytt synergi-effekt millum mentan og menning, sum kann fáa stóran týdning fyri okkara lokaløki og okkara lokala vinnulív. Mentanarhúsið kann gerast eitt lokalt lokomotiv, sum bæði stuðlar uppundir tey supergóðu tiltøkini sum vit longu hava, og megnar at draga nýggjan íblástur norðureftir.  

Í ár náddi Varpið tíverri ikki at verða við til at mynda Norðoyarstevnuna. Tó so, bæði Varpið og eg fingu heiðurin at verða við í norðastevnuteitinum… Tey spurdu so speiskliga, nær Varpið mundi verða liðugt? Og so sang Emry Jo, við eini ljósareyðari ukulele: ”Eftir túsund og eina nátt”!

Til tykkum sum ikki hava sæð norðoyastevnuteitið enn, so er tað megagott. Og alt er útselt. Men tað frættist, at tey hava eykasýning týsdagin, uppi í spinnarínum.  

Norðoyastevnan, sum er okkara fyrsta summarstevna, og okkara fyrsti kappróður, hevur allar fortreytir fyri at fáa somu serstøðu, sum hon hevði fyrr. Og mett eftir uppmøtingini í kvøld, so eru vit longu væl á veg.

Eins og vit standa saman um norðoyastevnuna, skal tað verða mín vón, at vit eisini standa saman um Mentanarhúsið. Borgarar, kommuna, vinnulívið, mentafólk og felagskapir.

Vit mugu alsamt minna okkum sjálvi, og hvønannan á, at hetta er OKKARA mentanarhùs…

Og at mentanarhúsið bara stendur…

So leingi sum vit vilja tað.

So leingi sum vit vitja tað.

So leingi sum vit stuðla tí.

Eg gleði meg til samstarvið, og eg gleði meg til at frætta, hvørjar vónir tit øll hava til Varpið!

Góðu klaksvíkingar, góðu norðoyingar, góðu gestir, takk fyri hetta sjáldsama høvið at halda eina so langa røðu.

Takk fyri tolið!

Og góða NorðoyastevnuNÀTT!

 

Annfinnur Heinesen, á Norðoyastevnu, 3.juni 2023

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…