Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður villeiðir Føroya fólk

SKRIVAÐ: Nevndin í Unga Samband  |  05.06.2023 - 10:30 Politikkur Tíðindaskriv

Hósdagin løgdu samgonguflokkarnir loksins fram tann leingi væntaða uttanríkispolitikkin. Fólk hava gingið spent og bíða eftir, hvat samgongan fór at gera, serliga tí, at hesir somu flokkar, sum tá sótu í andstøðu søgdu seg hava øll svarini til hvussu málið skuldi handfarst. Svarið var einkult tá: kvett alt samband við Russland!

 

 

 

 

Leingi hava politisku flokkarnir bíða eftir einari útmelding, einum lívstekni frá samgonguni, um hvørja uttanríkispolitisika linju teir fóru at leggja fyri tjóðina. Hálvt ár skuldi ganga, meðan embætisverkið hjá Høgna Hoydal skuldi fyrireika hetta "út í æsir."

 

Tíðindafundurin á Viðareiði skuldi vera platformur fyri teimum "umfatandi tiltøkunum," sum skulu setast í verk, men vísti hetta seg at vera bluff, tí tiltøkini eru hvørki slóðbrótandi ella umfatandi.

 

Leingi væntaðu útmeldingarnar frá løgmanni og hansara landsstýri vóru óklárar, avmarkaðar og verst av øllum, skeivar!

 

Løgmaður úttalaði seg fyrst á Viðareiði fyri øllum fjølmiðlunum og tjóðini, at virksemi hjá russisku fiskiskipunum er vaksandi og teir umskipa nærum 400.000 tons í føroyskum sjógvi. Hetta er beinleiðis skeivt, tí sum tað eisini varð víst á ígjár av KVF, sum hevur tosað við eftirlitsstovnin, Vørn, so er virksemið seinastu árini støðugt minkað hjá russiskum skipum.

 

Ikki nokk við hesum, so fór løgmaður upp á talarastólin til fyrstu viðgerð av uppskotinum um at geva landsstýrismanninum í uttanríkismálum øktar heimildir til, og endurtók hann somu ósannindi fyri løgtinginum: "Virksemið hjá russiskum fiskiskipum er vaksandi" og "teir umskipa fyri millum 300-400 túsund tons í føroyskum sjógvi."

 

Sambært Vørn, so eru hesi tølini skeiv, og hevur løgmaður harvið sagt ósatt fyri løgtinginum - hetta eigur at siga seg sjálvt, er sera álvarsamt!

 

Nógv varð sagt og lovað av hesum somu flokkum um at skula vísa vegin í Russland-samstarvinum undan valinum, og varð tað eisini óivað nýtt sum valagn.

 

Eitt er, at politiska skipanin hevur bíða eftir samgonguni í hálvt ár eftir einari politiskari linju, men at landsins leiðsla fer út og leggur linjuna grundað á skeiv tøl, tað er átaluvert og eigur at fáa størri umtalu í fjølmiðlunum og ikki tigast niður!

 

Nevndin í Unga Samband

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir