Lýsing
Lýsing
Lýsing

Besti leikarin í Betri Deildini er vrakaður á landsliðnum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.06.2023 - 10:29 Ítrottur Tíðindi

Klárt besti leikarin í Betri Deildini í 2023 er vrakaður á A-landsliðnum.

Helst mest óvæntaða í landsliðshópinum á 24 leikarar var, at klárt besti leikarin í Betri Deildini í 2023 ikki er við. Klárt besti siga vit, tí hann av venjarum og miðlum er valdur til besta leikara allar mánaðirnar higartil, at hann er greiður toppskjútti í deildini, at hann hevur flest upplegg í deildini og at hann hevur so nógv málstig (23 í 12 dystum), sum eingin hevur verið í nærheitini av uppá so fáar dystir. Harafturat hevur Páll havt leiklut í nærum øllum málunum hjá KÍ í toppdystunum (mál ella upplegg í sjey av átta málum í fýra dystum).

Páll er vrakaður og ikki valdur frá vegna skaða, tí tað verður roknað við, at tað er ein møguleiki fyri, at hann verður klárur at spæla aftur so skjótt, at hann kann spæla landsdystirnar. Tað váttaði Håkan Ericson eisini fyri Televarpinum á tíðindafundinum í morgun. Håkan segði, at hann hevði valt tríggjar álopsleikarar hesaferð, har pláss var fyri einum ’’boksleikara’’, og har raðfestur hann Klæmint framum. Hann vísti á, at hinir eisini kundu spæla á ’’10’ara plássinum’’ og at leikgongdin á landsliðnum brýtur frá tá KÍ spælir, har KÍ hevur nógv spæl og er ofta í brotssteiginum hjá mótstøðuliðnum.

Hetta síðsta er kanska eitt sindur mótsigandi, um hugt verður eftir, hvussu Páll hevur staðið seg í altjóða fótbólti hjá KÍ, har hann er toppskjútti við átta málum, harav sjey síðstu trý árini. Har hevur hann skorað móti m.a. Ballkani, RFS, Sutjeska og Dinamo Tbilisi.

 

Sjey KÍ-leikarar á A- og U21-landsliðnum

KÍ hevur tveir leikarar á U21-landsliðnum. Børge Petersen og Jákup N. Vilhelmsen. Á A-landsliðnum hevur KÍ fimm leikarar. Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jákup B. Andreasen, Mads B. Mikkelsen og René S. Joensen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gransking av rørslu gevur haldføri
Tilflytara­politikkur
Veðrið í vikuni
Sí valfundin her
3. Gullbeini
SÍ føroyameistari eftir fimmsettara ímót…
Klárt til almennan valfund í Varpinum í…
Klaksvíkar Billard­felag føroyameistari
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…
Fara fleiri eldri føroyingar at flyta ti…
Fíggjarligt haldføri og burðardygd.
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
Vit hava tørv á útlendskari arbeiðsmegi,…