Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borð til tvey, takk!

SKRIVAÐ: Eirikur í Jákupsstovu  |  31.08.2023 - 08:51 Lesarabrøv Politikkur

Kanska er veruligi trupulleikin fyri Sambandsflokkin, at Føroyar hava best fortreytir, tá fólkatingslimirnir úr Føroyum ongan leiklut hava

 

Støðan í heiminum er í dag spentari enn hon hevur verið í meira enn 30 ár.

Tí brúka flestu londini meira pengar uppá verju.

Í Danmark leggja tey ætlanir um, hvussu tey standa best í hesum sambandi.

Føroyar og Grønland eru orsøkin til, at Danmark hevur nakran týdning fyri USA, Bretland og onnur vesturlond.

Tí eru danskar ætlanir um verjuátøk í Føroyum, og tað fer at ávirka okkum so ella so.

Tíbetur eru vit í dag samd um, at átøk í Føroyum ikki skulu gerast uttan um føroyingar, men tað er ymiskt, hvussu vit hugsa, at Føroyar standa seg best.

Sambandsflokkurin heldur, at Føroyar skulu hava sama týdning sum ein danskur flokkur í samráðingini um, hvat skal henda við Føroyum.

Ein sessur við borðið til Føroyar og nógvir til Danmark.

Tjóðveldi heldur, at skal nakað henda í Føroyum, so skal danska stjórnin venda sær til føroysku stjórnina við hesum.

Ein sessur við borðið í part.

Kanska er veruligi trupulleikin fyri Sambandsflokkin, at Føroyar hava best fortreytir, tá fólkatingslimirnir úr Føroyum ongan leiklut hava.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilja tryggja grund­arlagið undir bløðunu…
Veðrið í vikuni
Bæði Hávur liðini vunnu í dag 
Mjølnir gott hál í dag
Jonhard fyllir 70
Video: Watching the Smallest European Cl…
Eyðvør Klakstein bleiv ársins leikari hj…
Syngja jólini inn í Húsa kirkju
KÍ vann venjingardystin
Mjølnir í oddabraki í morgin
Ójavnin veksur í stórum
Fíggjar­mála­ráðið og Føroya Lærara­felag h…
Peninga­skipanin
Sangløta í Betesda leygarkvøldið
Frits: Tá ið kroppurin eldist
Haldið við jólatræið í Svínoy avlýst
KÍ spælir venjingardyst móti Víkingi í d…
Firmakappingin løgd
Sínámillum fiski­veiðiavtala millum Føroy…
Jól í Gamla Klakksvígshandli­num og ein v…