Føroyska sambandið við heimin kring okkum
Norðoya- og Eysturoya tjóðveldisfelag skipa fyri tiltaki í Miðhøllini á Skúlatrøð hósdagin 14. sept kl. 19
Leikluturin hjá Føroyum í uttanríkispolitikki hevur søguliga í stóran mun snúð seg um fiskiveiðiavtalur.
Uttanríkispolitikkur hevur fingið tyngri dám, nú støðan millum Russland og vesturheimin eftir 30 ár aftur spennist.
Vit hava í hesum sambandi - í størri mun enn áður - eisini onnur atlit at viga uttanríkispolitisk, tí vit vilja og krevja at vit taka avgerðir fyri Føroyar.
Hvar eru Føroyar í økta spenninginum?
ES-londini øðrumegin, sum settu eitt munandi boykott í verk ímóti Føroyum fyri 10 árum síðani, og Russland, sum leyp á evropeiska grannalandið Ukreina í fjør.
Føroyar hava sett tiltøk í verk eins og USA, Stórabretland og londini í Evropa hava gjørt.
Um stutta tíð skal støða takast til árliga umbýtið av kvotum við Russland.
Hvørja ávirkan hevur uttanríkispolitikkurin á viðurskiftini millum okkum og okkara samstarvstjóðir viðvíkjandi fiskivinnu, handilspolitikk og verjupolitikk.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum:
Um málini og leiklutin hjá Føroyum í heiminum handil- og verjupolitiskt.
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum:
- Um tilgongdina við fiskuvinnuavtalum og atlit í hesum sambandi.
Høvi verður at seta spurningar.
Norðoya- og Eysturoya tjóðveldisfelag skipa fyri, og miðað verður eftir, at tiltakið er liðugt kl 21.00