Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sjúrður Skaale viðgongur í bók frá 2016 at hava skrivað ymiskt tilfar uttan at seta navn sítt undir. Kortini hevur hann onki empati fyri dulnevni á VP.fo. | Mynd: "Tá Føroyar skuldu loysa", s. 108.

Sjúrður rakar seg sjálvan í skuggaboksing

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.09.2023 - 16:31 Leiðarin Politikkur

Tað er bæði burturvið og skemtiligt at eygleiða, hvussu Sjúrður Skaale rasar ímóti VP.fo, tí miðilin hevur borið eitt dulnevnt lesarabræv. Sjúrður er sjálvur ein fyrimynd hjá skugga-skribentum og nærmast breggjar sær av síni tíð sum ghostwriter í síni bók frá 2016.

Sjúrður loyvir sær kortini púra ósmæðin at rópa onnur, sum ikki seta egið navn undir, fyri “feik”, “dirvisleys” og “kloddar”.

Í bók síni, Tá Føroyar skuldu loysa, skrivar Sjúrður annars, at “Men eg visti sjálvsagt, at setti eg tað uppá prent undir egnum navni, kundi tað skapa trupulleikar” (s. 105). Dirvið var so lítið, at hann spurdi Høgna Hoydal um loyvi at seta orðini á prent, stendur á somu síðu. Hann gjørdi tað tó, men misti so beinanvegin dirvið aftur, tá hann fekk reaktióninar. Á s. 107 fer hann aftur í skuggan at skriva uttan at seta egið navn undir:

“Eftir at hava svarað teimum sum beinleiðis hartaðu meg fyri hetta læt eg meg í tann anonyma frakkan og setti í langa tíð ikki mítt navn undir nakra meining í almenna kjakinum (s. 107).

og:

“Eg bleiv tað, sum bretar nevna “ghostwriter”. Skuggahøvundur. Eg skrivaði bæði greinar, talur og annað, sum onnur løgdu navn til” (s. 108).

Kann ein tílíkur maður á nakran hátt takast fyri fult, tá hann hartar onnur fyri dulnevnda skriving? Tað framgongur, at Sjúrður kennir væl til óttan fyri avleiðingunum av at seta navn undir. Kortini krevur hann, at Búi Tyril útleverar sín skribent. Hvat hevði hent, um vit kravdu tað sama av politikarunum? Tað hevði farið eitt ramaskríggj gjøgnum alla politisku skipanina, um politikarar skuldu tónað reint flagg og einans sloppið at lagt navn til tað, sum teir sjálvir høvdu skrivað. Mestur høvdu fleiri samskiftisfólk eisini sagt seg úr starvi, um teirra egna navn skuldi staðið undir øllum lesarabrøvum, røðum og øðrum tilfari, sum tey í dag skriva, men sum verður varpað út í navninum á einum politikara.

Tað tykist tí sum um Sjúrður vil gera skuggaskriving til eitt politiskt privilegium. Meinigi borgarin skal versogóður seta fult navn undir, meðan í skuggunum á politisku korridorunum kunnu samskiftisfólk, spinndoktarar og onnur væl skriva tekstir, sum fara út til almenningin uttan teirra egna navn undir, men í navninum á einum politikara, sum stendur við ábyrgdini.

Ironiin skríggjar til himmals, og tað er løgið at Sjúrður Skaale ikki dugir at síggja hana sjálvur. Tí tað er yvirhøvur ongin munur á, tá slóðin endar hjá blaðstjóranum á VP.fo og tá ið hon endaði hjá einum av teimum, sum løgdu navn til skrivingina hjá Sjúrði tá eftir aldaskiftið.

Sjúrður veit fullvæl – ella eigur í øllum førum at vita – at tað, sum stendur í einum leiðara uttan navn undir, altíð er ábyrgdin hjá blaðstjóranum. Júst sum ábyrgdin lá hjá teimum, sum løgdu navn til skrivingina hjá Sjúrði á sinni.

At skriva í navninum hjá øðrum krevur ikki meira dirvi enn tað ger at skriva dulnevnt. Í báðum førum fær man skrivað frítt og hvílt trygt í vitanini um, at tað er ein annar enn ein sjálvur, sum stendur til svars fyri tí skrivaða. Kann tílíkt góðtakast á evstu rók í samfelagnum, so skal tað eisini góðtakast á øllum øðrum rókum í sama samfelagi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
Kvartettin í Betesda sangfund í Skálavík…
5 nýggjar barnabøkur á føroyskum
City Tórshavn hevur fingið nýggjan leiða…
Heiðrikur á Heygum í Gamla Seglhúsinum
Lena Anderssen spyr: “Dugir tú at tosa f…
Ruth og Gert eiga vakrasta urtagarð
FIFA-viðtøkur stríða ímóti ES-lóggávu, s…
Norðsøki 4.200 pund
200 milliónir við síðuna av
Avgerðandi dómur innan fótbóltin í dag
Upptakt: KÍ-NSÍ
Varpið rockaði
Onkutíð er neyðugt at bróta upp um ermar
Eg var helst fyrsti HF'ari í Føroyum
Kirkju­kjalla­rin: Tá Kambur sakk
”Munur er á at siga ósatt og at siga ósa…
Birgir Sigurðsson úr Klaksvík ger vart v…
HF útbúgvingarskeiðið gav mær flog og ár…
Dagføring: Loysigjaldið er 800.000 krónu…