Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá einki val er longur..

SKRIVAÐ: Ruth Norðgerð, forkvinna í Føroya Pro Vita  |  16.09.2023 - 09:36 Tíðindaskriv Vinna

Nú kjakið um fosturtøku enn einaferð er í hæddini, loyvi eg mær at koma við nøkrum hugsanum. 

 

 

Ofta er er kjakið sera svart/hvítt, og vit fáa eitt spískt kjak, har polarnir eru so vísir í sínari søk, at tað eru bara tey, ið longu frammanundan høvdu eina meining, sum nú eru enn meir vís í sínari søk. Og so hava vit tey, sum ikki leggja seg út í kjakið, sum enn ikki hava nakra meining, tí kjakið gav einki. Sum ein segði við meg uppundir valið á jólum: "Fosturtøka til ella frá gevur ikki mat á borðið." Eg haldi, hetta er ein góð mynd uppá, at fleiri fólk eru, sum ikki hava eina hugsan um fosturtøku.

Kjakið verður ofta sett upp, soleiðis at mamma og barn eru tveir mótstríðandi polar, har bert ein vinnari er. 
At brúka grundgeving s.s. at kvinnur skulu ráða yvir egnum kroppi, kunnu vit nokk øll taka undir við. Men vit hava altíð lógir, sum avmarka okkum. Vit hava t.d. ikki loyvi at ganga nakin, har vit hava hug, og nógva staðni er ikki loyvi at gera tatoveringar í andlitið. Men flestu lógir, sum avmarka, at vit kunnu gera, sum okkum lystir, eru fyri at verja onnur. Og tað er júst her, kjakið um fosturtøku skilur seg. Er talan um eitt menniskja ella tvey, tá kvinnan er við barn? 
Summi vilja vera við, at talan er um potentialið til eitt lív. 

Onnur, og har rokni eg meg uppí, siga, at talan er um tvey lív, og tí eiga vit at lóggeva fyri, at korini í viðgongutíðini eru so mikið góð, at karmar ikki eru orsøk til, at kvinnan verður sett í keðiligu støðuna at velja barnið til ella frá. Ein donsk kanning vísir, at 93% av kvinnum velja fosturtøku av fíggjaligum, sosialum ella samfelagsligum orsøkum. Hetta er óvirðiligt fyri kvinnur og kvinnurættindi. Hetta vísir mær, hvussu ómetaliga stutt vit eru komin á javnstøðuleiðini.
Um so er, at ein kvinna uppfyllur krøvini í verandi fosturtøkulóg s.s. sálarlig heilsa, barnið ber brek, heilsustøðan er vánalig, men tó ynskir at ganga við barninum, hvørjar lógir um hjálp kemur hon so undir? Svarið er: ONGAR. 
Eingin lóg fevnur um eina kvinnu, sum av heilsuávum í viðgongutíðini hevur brúk fyri hjálp til at fáa komandi 9 mánaðirnar at ganga. Eingin stendur við opnum ørmum og tekur ímóti barninum við breki og sigur: Hetta eru møguleikarnir, tá tú fært eitt barn við breki. Eingin sigur: Her er sálarliga skaðastovan í viðgongutíðini og eftir hana. Eingin sigur: Tá ið tú hevur eitt barn, so ert tær tryggjað at fáa eina 1 kamars íbúð fyri ein rímuligan prís. Ella ein mvg-frían bil til barn nummar 4 osfr.

At fosturtøka er eitt frítt val fyri kvinnuna er ósannindi, tá eingin onnur loysn er. Fosturtøkan vísir á manglandi valmøguleikar.

Ruth Norðgerð, forkvinna í Føroya Pro Vita

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógvir fjepparar í Malmø
Úr vøggu í grøv
Sangfagnaðarløta í Ebenezer
Minningarorð um Eivind Weyhe
Hann hevur lagt seinasta countrylagið á
Flest mál ígjøgnum síðani 2017
KÍ rendi seg í ódnarveður í Malmø
Fjepparar savnast í Malmø
Ikki fleiri Klaksvíks­stríð
KÍ fjepparar á ferð
Upptakt: Malmø-KÍ
Hóast veðrið so ber tað til
Sakaris á Summar Festival
Hiddenfjord hevur tikið føroya størstu s…
Á fjalli við Eiðismonnum
KJ umvælt dekskrana umborð á Polar Princ…
Hetta er bólkurin hjá KÍ
Trummur­nar fara at runga í Malmø
Biden leggur kongin
Søgan um Hank Williams 6:8