Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lat felags sjúkrahúsleiðsluna fáa frið at virka

SKRIVAÐ: Margit Stórá  |  17.09.2023 - 14:59 Politikkur Tíðindaskriv

Nýggi stjórin á Suðuroyar sjúkrahúsi verður settur eftir júst somu treytum, sum tann verandi er. Í stívliga fimm ár hava vit havt eina vælvirkandi felags sjúkrahúsleiðslu, men framvegis eru kreftir, ið arbeiða ímóti. 

 

Ovasta  leiðsla er skipað  við  einum  forstjóra  og  tveimum  stjórum,  og  er  tað  forstjórin,  sum hevur seinasta orðið, tá talan er um tvístøður. Út yvir at vera stjórar í Sjúkrahúsverkinum, eru stjórarnir eisini  dagligir  stjórar  á  einstøku  sjúkrahúsunum. Stjórarnir  á  Klaksvíkar  sjúkrahúsi  og  Suðuroyar sjúkrahúsi vísa til forstjóran”. 

Soleiðis svaraði undanfarni landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, løgtinginum í juni 2020. Hann legði aftrat, at hetta hevði verið støðan, síðani 2018, tá tað var ásett, at forstjórin hevur endaligu ábyrgdina av rakstrinum av Sjúkrahúsverkinum mótvegis Heilsumálaráðnum.  

Støðan er tann sama í 2023 sum í 2020. Og sum í 2018. Hetta er einki nýtt. 

Síðani 2018 hava vit verið ígjøgnum herviligastu heilsukreppuna í nýggjari tíð. Tá stóðu sjúkrahúsini øksl við øksl og samstarvaðu seg í gjøgnum kreppuna. Hugsi ikki, at eg sigi ov nógv, um eg sigi, at tað var ein styrki, at vit høvdu eina felags leiðslu fyri føroyska Sjúkrahúsverkið tá. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilja tryggja grund­arlagið undir bløðunu…
Veðrið í vikuni
Bæði Hávur liðini vunnu í dag 
Mjølnir gott hál í dag
Jonhard fyllir 70
Video: Watching the Smallest European Cl…
Eyðvør Klakstein bleiv ársins leikari hj…
Syngja jólini inn í Húsa kirkju
KÍ vann venjingardystin
Mjølnir í oddabraki í morgin
Ójavnin veksur í stórum
Fíggjar­mála­ráðið og Føroya Lærara­felag h…
Peninga­skipanin
Sangløta í Betesda leygarkvøldið
Frits: Tá ið kroppurin eldist
Haldið við jólatræið í Svínoy avlýst
KÍ spælir venjingardyst móti Víkingi í d…
Firmakappingin løgd
Sínámillum fiski­veiðiavtala millum Føroy…
Jól í Gamla Klakksvígshandli­num og ein v…