Lýsing
Lýsing
Lýsing

Faroe Origin: Nýbygningar til heimaflotan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.09.2023 - 15:50 Tíðindi Vinna

Talan er um tveir eins trolarar sum verða 44,10 metrar langir og 11,50 metrar breiðir við 2400 Hk.

 

Felagið Faroe Origin seldi trolararnar Rók og Lerk av landinum í novembur mánaða í 2021 og fingu tá eina tvey ára tilsøgn um at flyta veiðuloyvini á onnur skip. Miðvíst arbeiðið er gjørt fyri at finna hóskandi skip til virksemi hjá Faroe Origin. Ein arbeiðsbólkur hevur í longri tíð arbeitt við ymiskum loysnum og kanna hvørjir møguleikar eru. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum varð at gera sáttmálar við Karstensen Skibsvært í Skagen um bygging av tveimum trolarum. Tann fyrri verður liðugur í februar 2026 og tann seinni í maj 2026. Talan er um tveir eins trolarar sum verða 44,10 metrar langir og 11,50 metrar breiðir við 2400 Hk.

 

Køling/frysting:

Skipini kunnu trola við lemmum ella sum partrolarar. Tey koma at hava møguleika at trola við tveimum trolum ella einum troli. Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur. Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku. Møguleiki er fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð.  Lastin kann sostatt brúkast antin sum frystilast ella til køling.

 

Alt til lands:

Ætlanin er at øll veiða skal førast til lands. Tí er verksmiðjan gjørd til framleiðslu og goymslu av súrløgu, sum ætlanin er at framleiða burtur úr høvdum, innvølum o.ø.

 

Umhvørvi:

Hugsa er eisini um umhvørvi – skipini eru sniðgivin so tey hava so lítla ávirkan á umhvørvi sum møguligt og harvið veiða burðardygt. Tey hava lutfalsliga stór skrúvubløð og snúningstalið á skrúvuni er lágt. Skipini lúka øll nútímans krøv til útlát og larm.

 

Manning:

Manningin fær allar nútímans hentleikar. Nýggju tíðirnar stilla størri krøv til manningarviðurskiftini og hesi verða uppfylt við hesum nýbygningum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kí samrøður við Niclas Niclasen of Jákup…
Samrøða við Elsebeth Mercedis
Býarbussu­rin koyrir aftur
Sendið inn uppskot til Ársins Rósu
Avmarkað eftirlit við týðandi rættarregl…
Fleiri enn 30 fráboða­nir komnar
KÍ á breddanum í dag
Hugna sær í illveðrinum
Allir mans eru úti
Allir dagstov­nar stongdir
Skúla­gongdin á Skúlatrøð avlýst
Býarbussu­rin avlýsir koyring­ina í morgin
Meir um ringa veðrið
Danskar fyritøkur selja fyri milliardir…
Um ringa veðrið, sum er í væntu
Narniaævintýri gjørdi innreið í Varpið
Búskapu­rin fær undanvind frá vitlíki
Jóla­hugnaløta í Christians­kirkjuni frígg…
Bjarta, Jógvan, David og Maja spæla jóli…
Tit eru fantastiskar