Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggi Gadus yvirtikin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.09.2023 - 11:34 Tíðindi Vinna

JFK Trol hevur í morgun yvirtikið Gadus á skipasmiðjuni Tersan í Turkalandi.

 

 

Ætlandi verður skipið ávegis til Føroyar fyrst í komandi viku.

Við yvirtøkuni av Gadus er allur Barentshavsflotin útskiftur, og tað er eitt nýbrot, at framyvir verður alt tikið í land. Hetta fer at hava við sær munandi virðisøking og betri úrtøku.

Gadus er gjørdur at møta teimum avbjóðingum, sum fiskivinnan setir í dag og árini frameftir.

Høvuðsmotorurin er tann nýggjasti og grønasti hjá Wartsila. Hann er 9.950 HK og tann nýggjasti “W31” hjá Wartsila og tann mest orkusparandi av medium speed motorunum. Skipið er eisini útgjørt við einum katalysatori, soleiðis útlátið av co2 verður minkað mest møguligt. Hjálpimotorarnir eru av slagnum Yanmar, sum eisini hava katalysatorar fyri at minkað um co2 útlátið.

Atlit eru eisini tikin til larm, tá skipið er í havn. Gadus hevur møguleika fyri landstreymi, soleiðis at alt arbeiði umborð kann gerast við landsstreymi, tá skipið liggur við bryggju.

Skipið hevur el spøl frá Brattvåg/Kongsberg. Eisini tey gera skipið grønari.

 

Hanus Hansen umborð á nýggja Gadus

Nógv er gjørt fyri trivnaðin hjá manningini. Umborð er fitnessrúm, sauna, hitapottur og kykmyndarúm. Øll manningin hevur einakamar og íalt eru 32 kømur pluss eitt sjúkrakamar.

Nýggi Gadus er 88,1 metur langur og 18,3 metrar breiður. Skipið lastar um 1.200 tons av frystum fiski á plattum, 350 tons av fiskamjøli og umleið 120 tons av lýsi.

Kostnaðurin fyri skipið fer at liggja um 450 mió. kr.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…