Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frits Johannesen í Gallarí Havnará

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  28.09.2023 - 16:22 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hin glaði og litríki listamaðurin úr Fuglafirði, Frits Johannesen sýnir fram myndlist í Gallarí Havnará, í morgin fríggjadagin tann 29. september - á Mikkjalsmessu.

Frits er so mangt: myndlistafólk, røktingamaður, tónasmiður, sangari, kórleiðari og ikki minst málkønur.

Eisini er hann menniskjakennari og hevur eitt lætt sinni. Hann er altíð áhugaverdur at práta við, og hevur hvør mynd hansara altíð eina langa søgu. Eingin er málað av tilvild.

Frits megnar so meistarliga væl at samantvinna, tónleik, sang og spæl uppí sín serstaka listaheim – ofta í einum kendum bygdalagi. Hesi eru afturvendandi myndevni hansara - ferð eftir ferð.

Til hesa serstøku framsýning hevur Frits heili 41 nýggj verk, sum hann hevur málað til hetta høvið.

Listaverkini kallar hann stundum fyri síni penslabørn.

Til ferniseringina fara nakrar av kvinnunum í gamla Fuglafjarðar gentukóri (sum hann kallar síni børn) at syngja. Somuleiðis verður okkurt til góman.

Framsýningin letur upp kl. 16:00 í morgin fríggjadagin og er opið til sunnudagin 8. okt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær heldur onki í ár
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum
Prógvhandan fyri húsasmið- og maskinlærl…
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína fr…
Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp
Team Klaksvík vann fyrsta stigið
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…