Lýsing
Lýsing
Lýsing

Høgni, legg frá tær

SKRIVAÐ: Anskar Hansen  |  09.11.2023 - 23:05 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Kleyvarskapur, ódugnaskapur og arrogant framførsla av landsstýrismanninum, Høgna Hoydal, hevur kostað hundraðtals arbeiðspláss og hundraðtals krónur í føroyskari framleiðslu.

Var tað nakra aðrastaðni í siviliseraða heiminum, so valdi ministarin sjálvur at loysa seg úr starvi ella at statsministarin, ella í hesum føri løgmaður, gav honum sekkin upp á standandi fót.

Hóast ávaringar frá Bakkafrosti í nógvar mánaðir og óteljandi áheitanir frá tingfólki og øðrum, so gjørdi Høgni onki uttan tóm orð um lyfti at koma við onkrum.

Sjálvur sigur hann, at hann gjørdi tvey ymisk uppskot klár, har leiðslan á Bakkafrosti segði, at hasi uppskotini broyta onki til tað betra.

Deildarleiðari á Bakkafrosti svarar í Degi og viku, at Høgni var altíð vælkomin á gátt hjá teimum, tí tey vistu, hvat skuldi til fyri at loysa trupulleikan. Men Høgni velur sera arrogant ikki at tosa við Bakkafrost og ger so hareftir tvey misfostur av uppskotum, sum hann sjálvur sigur, Bakkafrost vrakaði, áðrenn tey blivu løgd fram.

Haldi bara, at slíkur landsstýrismaður eigur at fara frá, tí fylgurnar av hansara kleyvarskapi og hansara arrogansu hevur kostað okkara fólki alt ov nógv.

Um okkara løgmaður ikki er maður fyri at vísa slíkum landsstýrisfólki út gjøgnum dyrnar, so eigur løgtingið at gera tað beinanvegin. Høgni er sjálvur serkønur í misáliti á onnur landsstýrisfólk og í kanningum fyri rættuliga nógva milliónir fyri at koyra landsstýrisfólk frá.

Høgni far sjálvboðin frá, beinanvegin.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið
Jákup Magnussen innleiðir familjuferð ti…
Blaðstjó­rin kollgitti valið
Sjókæti A-OY er tilnevnd til Barna- og u…
Aðalfundur – Grunnurin, Mentanar­hús í Kl…
Helga Djurhuus í Gallarí Havnará
Beinir toppskorari í Klaksvík
Eru byrjaði at telja