Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jól í gomlu Einahandilshúsunum úti í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.11.2023 - 17:59 Mentan Tíðindi

Visit Norðoy og Norðoya Fornminnisfelag eru farin í samstarv um eina spennandi  jólaverkætlan saman við framsýningarsniðgevanum Johan Holm Simonsen.

 

Jólaverkætlanin snýr seg í stuttum um at skapa eina enduruppliving av einum handilshúsið frá trýssunum við handli, apoteki, skrivstovum, stovum,  pakkhúsi og tann siðsøguligi aktiviteturin uttandura.

Við hesum átakinum fáa allir borgarir, eldri eins og yngri ágóðan av einari siðsøguligari livandi framsýning sum vekir góð minnir hjá eldra ættarlðnum og stimbrar áhugan og týdningin  av einari farnari tíð hjá yngra ættaliðnum.

Til samanberingar kann vísast á den Gamle By í Aarhus sum letur upp hvønn desembur og fólk koma úr øllum heiminum at vitja. Tað finnast bert 2 apotekir av hasum slagnum eftir í kongaríkinum og tað er i Den Gamle By og í Klaksvík.

Í desembur er veðrið mangan baldrut og tiskil er hetta ein sera góður møguleiki hjá borgarum at koma inn í eitt sera hugnaligt umhvørvi har siðsøguliga afturbráið festir seg í sál og sinn samstundis sum jólahugnin breiðir sína fjálgu hond yvir húsið.

Livandi framsýningin letur upp 2. des aftaná jólatræið í Klaksvík er tendrað.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…