Lýsing
Lýsing

Jól í Gamla Klakksvígshandlinum og ein verdug vitjan í Christianskirkjuni og Kirkjukjallaranum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.12.2023 - 17:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Leygardagin er tunnilsdagur í Vága- og Norðoyatunnilinum, og í tí sambandi lata kirkjutænarnir í Christianskirkjuni dyrnar upp fyri gestum, ið vilja síggja vøkru Christianskirkjuna og forkunnugu listina hjá Edward Fuglø í Kirkjukjallarinum.

Tað kostar ikki at vitja kirkjuna, men kirkjubússan stendur frammi, til teirra ið ynskja at leggja eitt oyra. Christianskirkjan og listin í kirkjukjallarinum eru heilt serstøk og vøkur, ja so serstøk, at amerikanarar, ið vit møttu á ferðavinnuráðstevnu í Reykjavík í heyst, viðmæltu okkum at vitja framsýningina og lova, at vit aldrin gloymdu at viðmæla gestum at leggja leiðina framvið. Og um tað er vert at biðja útlendingar vitja, so má tað eisini vera vert at biðja føroyingar vitja.

Tí er kirkjan opin fyri okkum øllum, leygardagin 9. Desember frá kl 14-18, so um tú ikki hevur verið og vitja, so er hetta kanska rætta løtan. Aftaná vitjanina í kirkjuni, er upplagt at leita sær norð til gamla Klakksvígshandilinum, ið er á loftinum á Norðoya Fornminnissavnið.

Tað eru Visit Norðoy og Norðoya Fornminnisfelag ið eru farin í samstarv um hesa spennandi jólaverkætlan, saman við framsýningarsniðgevanum Johan Holm Simonsen. Í stuttum snýr tað seg um at skapa eina enduruppliving av einum handilshúsi frá trýssunum við handli, apoteki, skrivstovum, stovum, pakkhúsi og siðsøguligum aktiviteti uttandura.

Soleiðis fáa allir borgarir, eldri eins og yngri, ágóðan av einari siðsøguligari livandi framsýning, sum vekir góð minnir hjá eldra ættarliðnum, og stimbrar áhugan og týdningin av einari farnari tíð hjá yngra ættaliðnum.

Minnast tit tá vit kliptu jólaeinglar og dukkulisur út? Quality Street av gamla slagnum og reyð sodavatn frá Føroya Bjór kom á borði? Onkuntið er gott at steðga á og geva sær tíð at verða til staðar og kanska klippa út við børnum ella ommubørnum.

Gamli Klakksvígshandilin er opin leygardag og sunnudag frá kl 16-20. Vita eftir, um ikki mangt annað áhugavert er at vitja og uppliva í Klaksvík í vikuskiftinum. Kanska tað er svimjuhøllin ið lokkar, mongu góðu handlarnir ella ein góður kaffimuður og kakao Café Fríða?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tunlar gera okkum ikki til havnar­fólk
Tvær góðar upplivingar í Klaksvík
Myndarøð: Grind á pollinum í dag
Vísindavøka á ferð á Klaksikar Bókasavni…
Grind liggur á pollinum
Deni Pavlovic fær óvanliga nógv kort í á…
Umkoyringarvegu­rin norð undir Hamri
Vunnu 4-0 á Irak
Tummas Lervig stillar ikki upp aftur
Koyr bil, tá tú koyrir bil!
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
Tilmeldingin til Kvøldskúlan letur upp m…
Veðrið í vikuni
Eitt valskeið við framgongd  
KÍ vann á HB við einum máli - Myndarøð
KÍ vann dystin um 2. plássið
Ráðstevna og seminar um talgildar førlei…
Í dag spælir Team Klaksvík fyrsta heimad…
Stjørnan á heimavølli sunnudagin
Kavarar fingu 108 lastbiladekk av botni