Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Janus Hansen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.02.2024 - 14:34 Tíðindi Veðrið

Eftir nakrar dagar við landnyrðingi, fer veðrið at broytast eitt sindur næstu dagarnar. Hátrýstið, sum hevur ligið um okkara leiðir í nakrar dagar, fer eystureftir burtur frá Føroyum.

Næstu dagarnar fara fleiri lágtrýst at leggja seg á leiðina við Kappan, og tey fara at sleingja brúgvaløg ímóti okkum við regni. ímillum tey er annaðhvørt ælaveður ella løtur við turrveðri.

Byrjandi við veðrinum í løtuni, so er eitt lot, um 5 m/s, av landnyrðingi eystri. Skýloftið er skiftandi – í støðum sólglottar, eisini drúgvar løtur, í øðrum støðum nakað væl gráari við onkrum hissini æli. Hitin liggur um 2-3 stig; í støðum tó nærri frostmarkinum.

Ikki nógv broyting frá hesum veðri í dag.

Í nátt fer vindurin at veksa – úr einum lítlum loti, 5 m/s, upp í ein strúk í vindi, 13 m/s. Hetta verður á middegi í morgin. Skýloftið um náttina og morgunin smá- ella hálvskýggjað og bert okkurt ælið, men fram ímóti middegi dregur á luftina, og tað fer at regna.

Vit skulu rokna við, at tað regnar allan seinnapartin í morgin og út á kvøldið eisini. Hitin nøkur stig uppeftir – upp í 4 til 9 stig.

Sunnunáttina er brúgvalagið farið framvið, og hann støkkur vesturum. Veðrið sunnudagin fer at vera eitt lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, loftið smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið er ættin niður í sunnan, og tá minkar vindurin niður í eitt lítið lot, um 5 m/s. Tá fer eisini at draga á luftina, og okkurt ælið verður í støðum. Hitin sunnudagin 6 til 10 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Lýsing