Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hanus Hansen og Andru Poulsen luttóku í panelinum á Fiskivinnutinginum, sum varð hildið í Varpinum seinasta mikudag | Mynd: Norðlýsið

Meiningsleyst bert at friða fyri línu og ikki snellu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.02.2024 - 09:14 Politikkur Tíðindi Vinna

Andru Poulsen, sum rekur bátin Stakkavík, finst hvassliga at teimum nýggj friðingunum. – Tað eigur ikki at vera møguligt at lata snelluveiðu ganga frítt fyri seg, samstundis sum línuveiðan verður útihýst á júst sama øki, heldur Andru. Og serfrøðin stendur eisini spyrjandi yvirfyri hesi avgerðini.

 

 

– “Alt eksistensgrundarlagið hjá okkum í bólki 5 og 4 (ikki 4T, men útróðrarbólkin), er toskur og hýsa. Nú verður økið friðað frá 1. februar til 1. mai, og tað ger, at vit verða skerdir umleið 18% til 20%. Samstundis hava snellumenn frítt at fara. Tá tú nú velur at friða “kassarnar” so ógvisliga, sum tú gert, hví verða teir so ikki friðaðir ordiligt, t.v.s. fyri snellu eisini?”, spyr hann.

Av tí sama fara frítíðarfiskararnir avstað við toskinum, meðan útróðrarmenn onki fáa hetta tíðarskeiðið. Ein góðan dag kunnu teir fáa millum 5.000 og heilt upp til 8.000 pund av toski. Hóast friðarmyndugleikin hevur sagt, at økið verður friðað, so fiskurin kann fáa frið at gýta, so hevur hann kortini valt at givið grønt ljós til, at øll hesi túsundtals pundini kunnu verða fiskað um dagin.  

Andru heldur ikki, at tað, sum myndugleikarnir hava valt at gera, gevur meining. Myndugleikarnir hava avgjørt, at tað skal vera frítt at fiska hjá snellubátum, sum bara hava tað til frítíðarvirksemi, meðan at forboð verður sett fyri, at teir, sum liva av tí, kunnu fiska á somu leið.

Heldur ikki Eydna í Homrum frá Havstovuni dugdi at síggja rationalið handan avgerðina hjá myndugleikunum. Hon skilir ikki, hví snellumenn sleppa at fiska, men ikki línumenn. Tí tá tað snýr seg um at verja toskin, so átti tað at verið líkamikið, um toskurin verður fiskaður við snellu ella við línu. Í staðin fyri veiðihátt átti tað avgerandi heldur at verið trýstið, helt hon.

Alt fiskivinnutingið kann síggjast á https://www.youtube.com/watch?v=oJw1AL_qa2U&t=1s .

Lýsing
Seinastu tíðindini
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…