Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.03.2024 - 20:00 Tíðindi Veðrið

Í vikuni fara skiftandi lágtrýst at liggja á leiðini sunnan fyri Ísland, meðan eitt hátrýst fer at liggja yvir Skandinavia.

Ættin í Føroyum fer fyri tað mesta at landsynningur, ella eitt sindur báðumegin við. Vindferðin fer onkra løtu upp í móti 13 m/s, men fyri tað mesta um 5 til 10 m/s.

Skýloftið fer at eitt sindur skiftandi við løtum við klárum lofti, men eisini verða løtur við regni – tó ikki so nógvar.

Mánadag:

5 til 10 m/s av landsynningi, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fram ímóti middegi minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s. Hitin millum 6 og 9 stig.  

Týsdag:

Eitt skifti í nátt 3 til 8 m/s av eystri, samdrigið og regn ella ælaveður, men um morgunin fer hann niður í landsynning og veksur vindin upp í 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og fyri tað mesta turt, tó okkurt ælið í støðum – og soleiðis verður veðrið restina av degnum. Hitin týsdagin 5 til 8 stig.

Mikudagin:

Framvegis landsynningur, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið fyrrapartin. Seinnapartin og um kvøldið yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig.

Hósdagin:

5 til 10 m/s av landsynningi, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig.

Fríggjadagin:

Aftur 5 til 10 m/s av landsynningi, smáskýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin 5 til 9 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Norðoya Sambands­felag hevur uppstillinga…
Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir
8. flokkur vitjar Klaksvíkar Sleipistøð
Myndarøð: U21-landsliðið fyrireikaði seg…
Nú kølnar….
HALLUR KEMUR HOYM!
Kæra Klaksvík
Norð­urlendska veður­ráð­stevnan 2026 verðu…
Stjørnan hevur tilmeldingardag
U21 fyrireikar seg til dyst í Klaksvík
Veðrið í vikuni
Fer lands­kassin fyri bakka?
Stjørnan og Team Klaksvík á útivølli í d…
Safir og Smaragd gjørt góðan túr
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…