Lýsing
Lýsing
Lýsing

Høvuðsprestarnir

SKRIVAÐ: Jóhs.M.Olsen  |  25.03.2024 - 10:41 Lesarabrøv Mentan

 

 

Vit hava ikki høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit – tó uttan synd. Nú páskahátíðin er fyri durum, rennur boðskapurin fyri døgunum einum serliga til hugs. Mær kemur fyri tveir høvisprestar, Aronn og Jesus, viðmerkingin um teir brýtur ikki so lítið frá hvørjum øðrum í okkara eygum.viðvíkjandi útsjónd.

Har Sirak í síni afturá lítan yvir stórmenn Ísraels, umrøður hann Aronn , serliga prestabúna hansara við lovprísan. Gud gav jú honum prestadømi ímillum fólkið. Hann prýddi hann við prýðislutum so hann var listfrøðiligur, estetiskur á at lítað. Hetta vóru rík klæðir-.  Høvisprestabúnin var sterkt í eyga fallandi. Ikki bert kostbarur, men trongdur ígjøgnum av heilagum symbolikki. Yvir alt í fyrru paktini, vóru andslívsins hagstu sannleikar úttriktir á myndamáli á akslunum m.a. bar hann Ísraels stammu nøvnini.

Í hesum gomlu symbolum var nakað sum peikaði langt útyvir fyrstu paktina høvðispresta idealið. Hesum gekk Aron við fyri allan heimin í klæðum sinum, Men har skuldi idealið sjálvandi ikki blíva. Teir symbolsku Gudstankar í draktini, skuldu umsetast í persónligheit virðir. Nevndi í innlendinginum okkara Høvisprest. Profetar Guds umtalaðu hesa stórhending fleiri hundrað ár aðrenn, hon hendi, men teir høvdu í andanum sæ og vistu um komu hansara. À fyri ein vælkomstur hesin millumgongumaður okkara fekk í hesum heimi. Orðatakið frá Heródus til Pilatus er tiltikið, Kanska stóð hann uttandura henda dag tá íð eygu hansara bóru við fólkið, sum nærkaðust búðstaði hansara, við einum bundnum manni leiðandi sín ámillum. Pilatus tyktis vita hví teir komu henda vegin. Drívmegin var øvundsjúka, sigur Pilatus. Bíblian sigur(matt.27) meðan hann var klagaður av høvisprestinum og hinum elstu, svaraði hann einki. Landshøvdingurin hevði til vana um hátíðina, at lata fólki velja sær ein fanga og hevði ein tiltyknan Barabas til endamálið. Men mennnirnir í korridorini mæltu fólkinum at velja Barabas og at Jesus skuldi vera tikin av lívi. Pilatus spyr:”Hvat skal eg gera við Jesus”. ”Lat hann vera krossfestan var svarið. Landshøvdingurin sá tap í hendi og ófrið sum tók til, tók hann tá vatn og vaskaði hendur,:” .Siggi  tit til tað eg eri ósekur í blóðinum á hesum rættvísa manni.

Hermenn landshøvdinga tóku Jesus við sær inn í Borgina, hann var húðflongdur, og sást aftur við skarlaksskikkju uppi á sær og teir flættaðu eina tornakrúnu á høvður hansara---.

Øll vita vit, eisini til hesi páskir, at okkara høvuðsprest skulu vit hitta aftur og skoða í prakt, sum yvirgongur Arons búna, Mat.26,64. Veit at siga:”Frá hesi stund skulu tit síggja menniskjusonin sita við høgruhond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins. Til seinast:”opinb.1,7, Sí hann kemur í skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja hann,og eisini teir sum stungu hann, og allar ættargreinir skulu gráta so sáran uppi yvir honum. Ja, Amen.”

 

Jóhs.M.Olsen

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Lýsing