Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.05.2024 - 20:21 Tíðindi Veðrið

Eisini hesa vikuna fer vera hampuligt, tó ikki líka støðugt sum í vikuni, sum fór. Vit fara fyrru helvtina av vikuni at liggja undir einum hátrýsti, men so fer eitt lágtrýst við regni at nærkast av útsynningi. Hetta verður einaferð mikudagin.

Týsdagin, mikudagin og fríggjadagin fer luftrákið ímóti Føroyum at vera av leiðum langt sunnan fyri Føroyar. Tá fer loftið at vera nokkso grátt og tungt. Mánadagin og fríggjadagin av ymsum ættum.  

Hitalagið fer hesa vikuna fer ikki at liggja so langt uppi, sum tað gjørdi viðhvørt í júst farnu viku. Niður í eini 4-5 stig, tá ið tað er kaldast, og upp í 11-12 stig, tá ið tað er heitast.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

3 til 8 m/s av útnyrðingi, samdrigið og regn ella ælaveður. Um middagin slítur í, og seinnapartin minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og hann gongur niður í vestan. Loftið hálvskýggjað. Týsnáttina eitt lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 10 stig.  

Týsdagin:

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur vindurin spakuliga, meðan ættin spakuliga fer niður ímóti suðuri. Um kvøldið og mikunáttina eru 5 til 10 m/s sunnan, smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin 6 til 11 stig.

Mikudagin:

5 til 10 m/s av suðuri, og sum tað líður á fyrrapartin samdrigið og regn. Um kvøldið støkkur hann upp í vestan, vindurin minkar niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og tað slítur í. Hósnáttina gongur hann upp í norðan og veksur vindin upp í 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 12 stig.

Hósdagin:

3 til 8 m/s av landnyrðingi, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Seinnapartin gongur hann niður í eystan og um náttina niður í landsynning. Hitin 5 til 9 stig.

Fríggjadagin:

3 til 8 m/s av landsynningi, samdrigið og sum frá líður regn. Seinnapartin lækkar hann niður í sunnan, vindurin minkar niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 11 stig.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tunlar gera okkum ikki til havnar­fólk
Tvær góðar upplivingar í Klaksvík
Myndarøð: Grind á pollinum í dag
Vísindavøka á ferð á Klaksikar Bókasavni…
Grind liggur á pollinum
Deni Pavlovic fær óvanliga nógv kort í á…
Umkoyringarvegu­rin norð undir Hamri
Vunnu 4-0 á Irak
Tummas Lervig stillar ikki upp aftur
Koyr bil, tá tú koyrir bil!
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
Tilmeldingin til Kvøldskúlan letur upp m…
Veðrið í vikuni
Eitt valskeið við framgongd  
KÍ vann á HB við einum máli - Myndarøð
KÍ vann dystin um 2. plássið
Ráðstevna og seminar um talgildar førlei…
Í dag spælir Team Klaksvík fyrsta heimad…
Stjørnan á heimavølli sunnudagin
Kavarar fingu 108 lastbiladekk av botni